Tíðindaskriv: – Knapt 500 fólk vitjaðu Jobmatch í Norðurlandahúsinum í gjár, og tað eru vit sera væl nøgd við, serliga tá hugsað verður um, at veðrið ikki var av tí besta, sigur Katrin I Gregersen, samskipari av Jobmatch starvsstevnuni.
Hon hevði eisini høvið til at tosa við flestu fyritøkurnar og stovnarnar, áðrenn tiltakið endaði í gjárkvøldi, og sum skilst, so vóru luttakararnir væl nøgdir.
– Tey flestu søgdu seg hava fingið nógv burtur úr, og longu nú hava meira enn helmingurin av luttakarunum teknað til starvsstevnuna næsta ár, so tað bendir á nøgdsemi, staðfestir Katrin.
Tey vitjandi á Jobmatch fáa í næstu viku høvið til at eftirmeta tiltakið.
Næsta ár verður starvsstevnan fríggjadagin 29. desember í Norðurlandahúsinum.




