Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnað kvøldseta á Tekniska Skúla

John William Joensen

Mikukvøldið vóru heilt fitt av fólki komin saman til eina hugnaløtu á Tekniska Skúlanum og Tekniska Studentaskúlanum í Klaksvík.

Mikukvøldið vóru heilt fitt av fólki komin saman til eina hugnaløtu á Tekniska Skúlanum og Tekniska Studentaskúlanum í Klaksvík.

Tað var sera áhugavert at hoyra fyrrverandi næming á Tøknibreytini Kenneth Jørgensen, Films- og sjónvarpsframleiðsluteknikari fortelja frá sínari yrkisleið og útbúgving.
Næmingar á triðja árið á Tøknibreytini greiddu frá einari námsferð til Barcelona, umframt at Tøknibreytnæmingar vístu og greiddi frá royndum í alis- og evnafrøði.

Ein bólkur av næmingum á skúlanum hava vunnið føroyska partin av kappingini PetroChallenge (www.petrochallenge.com) og blivu teir heiðraðir fyri flotta avrikið. Spennandi verður at fylgja við, tá teir í januar fara at luttaka í altjóða kapping í London.

Við til at skapa hugnaligu løtuna vóru eisini tónleikanæmingar á skúlanum, umframt at Hans Andrias Jacobsen og Lindi Gardar løgdu ein heilt serligan dám á kvøldið.