Á nýggjárinum tóku menn seg saman í Gerðum í Klaksvík at gera eina hugnaløtu fyri seg sjálvar og børnini
Hjaltur Poulsen var sum ikki eina ferð primus motor í tiltakinum. Tað er eisini hann, sum í mong ár hevur lati skip sítt Ågot til jólamenninar. Eitt tiltak, ið hevur givið afturljóð kring alt landið.
Bálið, teir í Gerðum brendu var umleið 8 metur høgt áðrenn eldur var settur í, og tá flammurnar stungu seg upp, var ikki langt frá at tær rukku teim 20 metrunum.
Mikkjal Joensen stóð fyri røstu súpanini kring bálið og smakkaði hon sera væl.




