Á altjóða Parkinsondegnum, fríggjakvøldið 11. var næstan útselt til stóru stuðulskonsertina í Norðurlandahúsinum, har fremstu tónleikarar og sangfuglar í landinum framførdu fyri at varpa ljós á Parkenson sjúkuna og samstundis útvega pening til arbeiði hjá Parkensonfelagnum.
Á altjóða Parkinsondegnum, fríggjakvøldið 11. var næstan útselt til stóru stuðulskonsertina í Norðurlandahúsinum, har fremstu tónleikarar og sangfuglar í landinum framførdu fyri at varpa ljós á Parkenson sjúkuna og samstundis útvega pening til arbeiði hjá Parkensonfelagnum.
Tey sum framførdu vóru: Lena Anderssen og Niclas Johannesen, Høgni Reistrup, Holgar Jacobsen, Jens Marni Hansen, Blueberry Jam Session, 17 sangarar, Guðrun Sólja Jacobsen, Eyðun Ásason og Rannvá Vesturklett.
Talan var um eina sera væleydnaða konsert við undirhaldi á sera høgum støði og sum eisini var sera fjølbroytt við einum sera væl spælandi húsaorkestri sum veruliga setti dám á.
Niclas Heri Jákupsson var frásøgufólk á og hevði hann samstundis ein sera góðan og eyggjandi fyrilestur fyri áhoyrarunum. Flestu aav luttakarunum á konsertini høvdu eitt ella annað tilknýti til Parkenson sjúkuna.
Høvuðsendamálið við konsertini var sum sagt fyrst og fremst at varpa ljós á sjúkuna og felagið, og samstundis at savna pening til arbeiðið hjá felagnum og tá av tornaði lógu einar 40 – 30.000 krónur eftir í kassanum hjá Parkensonfelagnum.
Stuðlar til konsertina vóru: Norðurlandahúsið, Føroya Bjór, Klaksvíkar Sleipistøð, Trygd, Ansni, Jógvan Weihe, FulgArk, Portal.fo, in.fo, Borðkrókur, Norðlýsið, Sendistovan, Effo, PM heilsøla og Akkuleyða.
Tá vit tosaðu við forkvinnuna í Parkensonfelagnum, Durid Jóhannesen, var hon sera væl nøgd við átakið í Norðurlandahúsinum og ynskti at takka øllum sum á ein ella annan hátt høvdu verið við til at framføra á stuðulskonsertini, sponsorum, áhoyrarum og ikki minst teimum sum høvdu samskipa hetta framúr góða tiltaki.




