Í vikuskiftinum skipaði FÍF fyri skeiði fyri Motiónsrennivenjarar. Skeiðið bleiv hildið í ÍSF-húsinum í Havn, og vóru 22 luttakarar, umboðandi øll seks feløgini fyri frælsan ítrótt, við.
Skeiðshaldari var David Møller frá Dansk Atletikforbund. Hann arbeiðir í løtuni hjá DAF, har hann serliga tekur sær av “MotionDANMARK”, sum bleiv stovnsett í 2011 við tí endamáli, at geva danskarum bestu vitan og íblástur til venjing og motión, og inn í feløgini fyri frælsan ítrótt.
Báðar dagarnar vóru partar av skeiðnum, hóast veðrið, avgreiddir uttandura, og bleiv runnið á Tórsbreyt, á Ovara Vølli og í Plantasjuni. Flestu av venjingunum vóru so soleiðis skipaðar, at tær vóru socialar, at øll óansæð evnir og venjingarstøðu kundu luttaka, og tað sum er sera týdningarmikið og ein rættiliga stórur partur av tí heila: at røra seg saman við øðrum og samstundis hava tað stuttligt !
Evnini á skeiðnum vóru:
– Renniteknikkur (innandura) verkligt. Hvussu fært tú so góðan teknikk sum gjørligt?
– Renning og styrkivenjing
– Skaðar og skaðafyribyrging
– Venjaraleikluturin
– Anerob venjing (uttandura) verkligt. Undir venjingini bleiv greitt frá venjingarprinsippum.
– Rennitypur og motivatión (hvussu kann rennifelagið gerast enn betri?)
– Aerob venjing (uttandura) verkligt.
– At leggja venjingarætlan. Hvussu arbeiða vit, og nær gera vit hvat?
Skeiðsluttakararnir vóru allir sera væl nøgdir, og fóru heimaftur til feløg og íðkarar við nógvum nýggjum íblástri. Allir rennivenjararnir hava fingið nýggj, góð og betri amboð í venjarasjáttuna.




