Í góðveðrinum Flaggdagin, meðan Merkið var vundið á hvørja stong, var nógv at fara til í Klaksvík.
Sjálvandi vanliga flaggdagshaldið í Vágstúni, har landsstýrismaðurin við innlendismálum, Jógvan við Keldu, flutti fram røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur sum vant setti sín serliga hátíðardám á dagin á odda fyri skrúðgonguni við skótum o.ø Tað er ein fragd at hoyra teir spæla.
Síðani var tað fótbóltsdysturin í 1. deild KÍ- B 68, har KÍ var við yvirlutan, og harnæst ein røð av framsýningum. Tað var Frítíðarundirvísingin í Klaksvíkar Kommunu, sum skipaði fyri teimum.
Í fimleikahøllunum var tað Kl. Kvøldskúli, sum hevði sína árligu framsýning. Einir 11 ymiskir básar. Kanska ein tann snøggasta framsýningin av teim mongu, seinastu árini. Úrvalið var stórt og uppsetingin listarlig. Framsýningin var av handverki og hondarbeiði av alskyns slagi. Broderíi, seyming, at loysa úr lagdi, garving, skinn- og leðurseyming, binding, tøving, veving, tilevning, postalínmáling, træsmíði, polstring, dreying, horn- og silvurarbeiði, tekning og máling. Aktiviteturin hevur sum vant verið stórur, og aftur í ár mátti tú sum áskoðari undrast um alt tað, sum verður fingið frá hondini. Tað eru sjálvandi kvinnurnar, sum eru tær flestu og ídnastu til slíka framsýning, men mannfólkini eru nú eisini væl umboðað. Í øllum førum er tað ein fragd fyri eygað at skoða listarliga úrslitið, ið sýnt verður fram á hesum afturvendandi framsýningum.
Listaskúlin, við Archibald Black á odda, hevði sum vant sína framsýning í Ósáskúlanum. Tú legið til merkis, at framsýningin ikki var so rúgvismikil sum undanfarin ár. Orsøkin var tann, at fleiri av næmingunum har fyri stuttum vóru umboðaðir á aðrari framsýning í Skálanum, og ikki var tað mett heppi at sýna fram somu málningar aftur longu nú. Framsýningin hevði tó tann fyrimun, at betri yvirlit fekst yvir myndirnar og atmosferan sostatt friðarligari. Í góðsku mundi úrvalið ikki standa aftan fyri tað vanliga, heldur tvørturímóti. Tað er altíð ein fragd at síggja, hvussu nógv evnarík fólk í Klaksvík eru før fyri at luttaka í hesum listarligu framsýningunum.
Føroya Handarbeiðsskúli við Onnu E. Abrahamsen, hevði sína framsýning í hølunum í Jørundsgøtu. Tað vil siga, at næmingarnir eisini høvdu ein part við í fimleikarhøllini. Rúgvan av tí, ið har er fingið frá hondini er ótrúlig. Har eru lærarar, sum duga framúr væl at leggja næmingunum lag á. Skapanargleðin er stór serliga innan reina føroyska rávøru. At loysa úr lagdi hevur verið roynt í nøkur ár við góðum úrsliti. Lutirnir frá tøvingini kundu ikki annað enn imponera. Tað er at fegnast um, at vit kunnu framleiða listarligar nýtslulutir burtur úr ullini, sum seinastu mongu árini ikki hevur verið høgt í metum. Fyriuttan vanligt hondarbeiði sum brodering, binding og nevndu skinn- og leðurseyming , garving, tøving, eru eisini tekning og máling við í undirvísingarevnunum, ið Handarbeiðsskúlin hevur at bjóða. Hesin parturin var eitt satt prýði fyri framsýningina.
Leiðarin fyri frítíðarundirvísingina hjá Klaksvíkar Kommunu, Eigil Hentze, er væl nøgdur við framsýningarnar. Hann sigur at áhugin fyri øllum skúlunum er sera stórur. Einir 800 næmingar eru býttir út á allar 3 skúlarnar, sjálvandi mest á kvøldskúla. Av hesum munnu einir 500 næmingar luttaka í framsýningunum. Tað eru fólk úr øllum aldursbólkum, sum ganga í kvøldskúla, og fyriuttan at læra nýtt og leggja nógv virðismikið úr hondum, hava tey eisini gleði av eini ávísari sosialari samveru heldur hann. Slíkt gerst ikki uttan góðar og nærlagdar lærarar, sum seta góðsku og tað góða handverkið í háseti, metir hann. Vit ynskja tillukku við væleydnaðum framsýningum.




