Marknaðardagarnir á Fossanesi eru kendir fyri at vera sera væl fyriskipaðir, og í so máta var dagurin í dag onki undantak. Sera nógvir básir og sera áhugavert og stórt úrval var á marknaðardegnum. Harafturat var ein framúr restaurant sett upp á skúlanum, har tú fekst nógv sera gott og sera bíligt at eta.
Upplýst er ikki hvussu nógv fólk vitjaðu í dag á Fossanesi, men har vóru sera nógv fólk. Øll parkeringspláss vóru upptikin kring skúlan og tí var vøllurin eisini brúktur sum parkeringsøki. Marknaðardagurin var ein sera hugnalig uppliving.




