Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnaður ruddingardagur í Eystur Kommunu

John William Joensen

Leygardagin luttóku Leirvíkingar og Gøtufólk í ruddingarátakið hjá Eystur Kommunu.

Baði børn og vaksin luttóku í ruddingarátakinum og kring allar bygdirnar í Eystur Kommunu sóust fólk við svørtum posum.

Byrjað var við morgunmati við kaffi og saft og rundstykkum kl. 8.30

Í skúlaauluni Gøtu og í skúlagarðinum í Leírvík.v

Handskar og plastsekkir vóru síðani útflýggjað og síðani var farið víða um í bygdunum at leita eftir óruddi.

Sum nakað serstarkt fekk hvørt húski, ið luttók í ruddingini 3 træplantur í potti. Hesir vóru útflýggjaðir í skúlagarðinum í Gøtu og Leirvík á middegi leygardagin.

Og sum sæst á myndunum hugnaðu fólk sær óført í góðveðrinum.

Ein Leirvíkskona fann eitt "mannabein", segði ein leirvíkingur skemtandi – men tíanverri fór hundurin fór avstað við tí áðrenn tey fingu sent tað til landslæknan til nærri kanningar…

sí myndir