Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælkomin á Ítróttarháskúla í Vági

Tíðindaskriv

Í september byrjar fyrsta skeiðið á Ítróttarháskúlanum í Vági og við hesum eru nýggir møguleikar til tín, sum ynskir spennandi og mennandi ítróttarligar avbjóðingar.

Á Ítróttarháskúlanum fært tú sannar ítróttarligar avbjóðingar. Tú kemur at læra nýggj fólk at kenna. Tú kemur at gerast betur ítróttarfólk og kanska eisini læra nýtt um teg sjálvan og hvat tú megnar.


Nýggjur háskúli í mennandi umhvørvi

Ítróttarháskúlin er ein nýggjur ítróttarháskúli í einum spennandi og mennandi umhvørvi í Suðuroynni.

Ítróttarkarmarnir eru framúr góðir, undirvísara-toymið serstakliga gott og motiverað til at geva tær best gjørligu uppliving á Ítróttarháskúlanum, og vikuskráin er løgd til rættis fyri at tryggja, at tú fær eina uppliving fyri lívið á Ítróttarháskúlanum.


Ítróttur og adventure-dagar

Høvuðsinnihaldið í Ítróttarháskúlanum eru ítróttargreinarnar svimjing, fótbóltur og hondbóltur. Harumframt verður hvørja viku annarleiðis og avbjóðandi adventure-dagar.

Á undirvísinarskránni er eisini føroysk og enskt, fysiologi og anatomi, kostur og kostleiðbeining.

Á heystskeiðinum verður eisini gjørd ferð til Íslands, við adventure-døgum á skránni í eina viku.


Tilmelding

Fyrsta skeiðið á Ítróttarháskúlanum byrjar mánadagin 14. september og varir í 12 vikur. Kostnaðurin er 1.375 kr. um vikuna. Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.his.fo.

Lesið meiri um Ítróttarháskúlan áwww.his.foella á Facebook: Ítróttarháskúlin í Suðuroy

Ítróttarháskúlin í Suðuroy