Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælkomin á Summar-festivalin ’04

John William Joensen

Tað er at fegnast um, at framfýsnir menn í Klaksvík hava tikið seg saman um stóran summarfestival í Klaksvík.

Í skrivandi stund eru bert tríggir dagar til tiltakið skal setast í verk og sigast má, at útlitini fyri veðrinum, sum helst er sera avgerðandi, eru av teim allarbestu.
Í Klaksvík hevur í nógv nógv ár verið tosað um, at vit áttu at havt eitt árligt tiltak í býnum á hásumri. Kjakið hevur mangan tikið seg upp rundan um Norðoyastevnuna, har uppskot hava verið frammi um at flutt hesa gomlu stevnuna longur út á summarið, tí veðrið kanska viðhvørt er svikaligt fyrst í juni mánaða.
Higartil hava menn tó verið samdir um, at best er at Norðoyastevnan liggur seint á várinum, har teir gomlu løgdu hana.
Men fyri at gera nakað við tørvin á einum størri tiltaki á hásumri, hevur býráðið fleiri ferðir skipað fyri kaffiborðhaldi í samband við "føðingardagin" hjá kommununi.
Tað er kent, at Norðuroyggjar og Klaksvík hava fostrað nógvar tónsmiðir og tónleikarar. Ikki minst er ískoytið úr Klaksvík til lættari tónleikin í Føroyum sera væl umtókt og "heimskent" í Føroyum.
Tað er tí ikki løgið, at menn eru farnir undir hetta tiltakið við summarfestivali. Nakað av kritikkið hevur verið at hoyrt, tí fólk aðrastaðni eisini fáast við líknandi tiltøk.
Tað er at vóna, at fyrireikararnir av Summarfestivalinum ’04 hava áræði og orku til at halda áfram við hesum stóra tiltaki. Sum skilst so er ætlanin, um alt gongur væl í ár, at hetta skal vera eitt árligt afturvendandi tiltak í Klaksvík. Kanska hava vit her fingið eitt hásummartiltak, sum mangan hevur verið eftirlýst í Klaksvík.
Vit fara at ynskja fyrireikarunum góða eydnu við tiltakinum og eisini øllum vælkomnum á Summarfestivalin ’04.