sang Anfinn Nielsen og tað er ikki ov nógv sagt at framførslan var ein tann besta á festivalinum í ár hóast hann bardist móti regni og plaseringini
– Eg haldi at eg farið bara at gera sum gibburin gjárakvøldið…. segði Anfinn og so tumlaði hann móti áhoyrarunum og lógvabrestirnir dundu.
Jú – Anfinn & Co vóru rættiliga í essinum – bert spell at framførslan var so tíðliga um dagin. Harafturat fór at regna og tí bardist Anfinn baði móti elementunum og skeivari plasering…. og Anfinn sigraði!
..Eg eri ein glaður havnamaðir… fekk Vágsbø at kóka og síðani ein røð av løttum og stuttligum sangum….Útsalg, Cirkus Tinganes (umskrivaður til: Vælkomin á Summarfestival), Lítli Fuglur, Kalorius, Parabol……..
– Eg haldi at vit áttu at savna inn pengin til allar føroysku tónleikarar sum ongar pengar fingu frá "Múrinum" so teir kunnu keypa sær ein "Ferðaseðil til Nólsoyar", segði Anfinn og so rungaði um Vágsbø.
Við framúr góðum tónleikarum og backup-sangarum var Anfinn & Co absolutt eitt av hæddarpunktunum á ársins festivali.




