Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vælkomin í Varpið

Jóhann Lützen

Hósdagin 19. oktobur  kl. 17 sleppur almenningurin inn at uppliva nýggja vakra Varpið

 

Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík er um at verða liðugt, og verður skipað fyri einum almennum tiltak í komandi viku.

”Vælkomin í Varpið” byrjar kl. 17.00 – 19.30, við ta stóru trappuna oman til forhøllina, har snórurin eisini verður kliptur, røður hildnar, og ein drekkamunnur verður at fáa.

Eftir hetta verður ”opið hús”, har øll kunnu ganga runt og forvitnast í Varpinum.

At enda verður farið inn í stóra salin, til eina ”ljóðroynd”, har ymiskar framførslur verða, so til ber at royna húsið og annars vísa tað fram.