Sjómannadagurin stendur aftur fyri framman, og fyri 11. ferð kunnu vit øll koma saman og heiðra sjógvinum, sjólívinum og sjóvinnuni. Skráin er aftur í ár fjølbroytt og áhugaverd. Fyriskipararnir hava við nærlagni og hugflogi lagt skránna soleiðis til rættis, at okkurt er hjá øllum at fara til. Ung sum gomul, sjómenn sum landkrabbar.
Sjómannadagurin stendur aftur fyri framman, og fyri 11. ferð kunnu vit øll koma saman og heiðra sjógvinum, sjólívinum og sjóvinnuni. Skráin er aftur í ár fjølbroytt og áhugaverd. Fyriskipararnir hava við nærlagni og hugflogi lagt skránna soleiðis til rættis, at okkurt er hjá øllum at fara til. Ung sum gomul, sjómenn sum landkrabbar.
Virðismikla tilfeingið er í sjónum, men tað er eisini neyðugt við eini vinnu, sum dugir at gagnnýta tað, sum sjógvurin ger møguligt. Í Klaksvík hava vit ígjøgnum árini sæð nógv góð dømi um fólk, ið hava torað og dugað at gingið undan, tá ið tað kemur til sjógvin og fiskivinnuna. Sjómannadagurin gevur okkum høvi at viðurkenna tey fólkini, sum tilsamans mynda fiskivinnuna.
Fyrstu árini var sjómannadagurin bert ein dag til longdar, men við árunum er tiltakið vaksið og hevur nú ment seg so nógv, at skráin nærum fevnir um eina heila viku. Samanumtikið er skráin væl blandað við nýggjum, forvitnisligum tiltøkum og teimum ‘góðu gomlu’ tiltøkunum, sum Sjómannadagurin er vorðin kendur fyri. Soleiðis mennist tiltakið støðugt, akkurát sum fiskivinnan sjálv mennist og gerst alt meira framkomin. Hetta kemur eitt nú fram við tað, at skipini, sum vitja Føroya Sjómannadag, fevna um alt frá gomlum søguligum sluppum, til tey heilt nýggju og framkomnu vinnuskipini.
Ígjøgnum alla vikuna vera forvitnisligar framsýningar, fyrilestrar og fiskivinnuting við kjakfundi. Børn og barnsligar sálir kunnu serliga gleða seg til fiskikappingina og stóra vatnkríggið fríggjakvøldið, men eisini eru fleiri aðrir stuttligir og læruríkir partar av skránni, sum yngru gestirnir kunnu fáa nógv burturúr. Leygardagurin er framvegis stóri høvuðsdagurin, har føroyameistararnir í forkunnugu kappingunum verða funnir á stóra pallinum, sum aftur í ár verður í Klaksvíksgarðinum.
Sum fiskivinnuhøvuðsstaður er Klaksvík upplagdur karmur um Føroya Sjómannadag. Býurin var eisini vertur fyri North Atlantic Fish Fair og Torradøgunum fyrr í ár, og vit uppliva ferð eftir ferð, at áhugin fyri okkara høvuðsvinnu er stórur og jaligur. Sjómannadagurin er endabresturin av einum hendingaríkum sumri, tá ið tað snýr seg um stór tiltøk í Klaksvík. Her er altíð nógv á skránni, og ein stórur partur av orsøkini til hetta er, at vit bæði hava góðar fysiskar karmar og eldhugaði fólk, sum duga avbera væl at stíla fyri.
Vit í Klaksvíkar Kommunu eru sera glað og errin av, at vit hava møguleika fyri at stuðla uppundir tey tiltøkini, sum verða fyriskipaði í kommununi. Og tað er okkara nýhugsandi og íverksetandi borgaraum fyri at takka. Her ímillum teljast sjálvandi fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi, og teir skulu við hesum eiga stóra tøkk fyri, at vit aftur í ár kunnu gleða okkum til Føroya Sjómannadag.




