Í gjár, hósdagin var fernisering í Gamla Seglhúsi. Orsøkin til tess var, at Sámal Toftanes hevur í hesum stóra framsýning í húsinum. Bárður á Lakjuni sang og leikti á gittara sín, ímeðan Dávur Winther vegna býráðið segði nøkur orð. Niðanfyri røða Dávurs:
Góði Sámal!
Vælkomin til Klaksvíkar viðtínum fjálgu og serliga ljóssettu myndum.
Beint hinumegin garðin hjáokkum í Fuglafirði búði ein megnar kvinna, Martha.
Har reyk altíð av onkrumgóðum – brúnsukur, vanilliukransum og øðrum køkum, sum hon fór snimma upp ámorgni at baka og gera til handlarnar í bygdini.
Og tað eru ikki so fáir góðirbitar, hon hevur sett okkum innum dyrnar, tá ið hon visti, at mamma var ádrúgvum sjúkraferðum. Hon fylgdi væl við og var eitt serliga gott grannalagmillum hús okkara, tó at vit ikki slitu gáttirnar hjá hvørjum øðrum so nógv.
Henda Martha var mostir tín,og minnist eg oftani, at Jákup, Randi, Petur og hini systkini hava sagt fráferðum til Lorvíkar hjá Olgu-mostur (Mammu tíni) – her búi okkurt spennandi ogvinsælt undir, tó at eg ikki hitti hesa serligu mostur, sum eg bara hoyrdi gottum.
Eg plagdi stundum at vera viðmammu á sjúkraferðum – kanska fyri at vera saman við henni eina løtu. Tá varLorvík onkusvegna eitt romantiskt stað at koma til – Helst tí, at mammu dámdiso væl í Lorvík.
Tá ið tú komst oman mótibygdini eftir tí gamla bygdavegnum oman móti Toftanesi – tí innasta býlinginumí Lorvík, komst tú til húsini hjá Steini. Tá plagdi mamma at greiða frá,serliga um Steinur stóð undir húsavegginum, sum hann ofta gjørdi. “Hasinmaðurin hevur verið nógv við abba tínum (Dávur úr Gerðum) – m.a. við Ernestinu,eisini seinni við m.a. Skálanes”.
Tá ið tú komst longur omaneftir gamla bygdavegnum, komst tú oman til reydliga handilin hjá Jákup Emil – Hendahandilin og hesa farleið, sum JóannesKristiansen onkuntíð hevur málað. Dreygaði tú krapt til vinstru við handilin,kundi tú koyra fram við neystunum, ið har stóðu, yvir móti trimum húsum, sumvóru niðasti partur av Toftanesi, og úr einum av hesum húsum kom málarin, JóannesKristiansen.
Minnist meg hava verið innihar saman við foreldrunum, tá ið Jóannes Kristiansen var heima, og at teykeyptu málningar frá honum.
Kanska hevur tú JóannesKristiansen sum part av ella ein av tínum fyrimyndum, tá ið tú málar.
Tó haldi eg, at list tínhevur eina meira poetiska og meira impressionistiska tilgongd.
– Tú málar fólkalív, sumeisini kann vera heitið á hesi framsýning, so sum tað er í Lorvík ella aðrastaðni við bygdaløgum, býligum, bátum, fólki
– Eisini málar tú: Veg(ur)in, portrið, fundir.o.t., har kanska okkurt metafysiskt eisini liggur aftanfyri.
Tú setur alt hetta í eittharmoniskt litspæl, har serliga ljósið undirbyggir ella dregur nakað ávíst fram.Og so tað serliga támið, sum ger myndirnar enn meira spennandi, sum tú dugir soserliga væl.
Samanumtikið ert tú koloristog naturalistur, uttan at hesi heiti skulu læsa teg fastan ella binda teg!
Lorvík er kend sum einútróðrarbygd. Ein av Jógvanstovu-monnunum, sum tú ert ættaður av, skal havasagt, tá ið ein helt hann vera so álvarsaman: “Álvarsamur? Eg búgvi millum tværíður – Andøvsíðuna og Hagaleitisíðuna”…
So her hevur verið álvari ísaman við teirri handverksligu vinnuni og handverki, sum m.a. ættarfólk tínihava staðið fyri.
Um vit kunnu loyva okkum atnýta heitið, sumToftanes-slagið, ið tú ert av, og tikið tær navn av, so hevurtað staðið fyri nógvum handverki. Og sagt verður eisini, at tað handverksligakann liggja væl upp ímóti tí listarliga.
Á Toftanesi var skómakari, harvóru bátasmiðir, umframt húsasmiðir.
Sagt varð ikki, at man bygdiein bát, men at man smíðaði ein bát – her liggur helst tann listarligi parturinfjaldur, tí tú við tíni smíðing kundi lagað bátin til – “Tað listarligafrælsið”.
Tað var eisini sagt umbátarnar av Toftanesi at vera hegnisliga góðir og vakrir bátar. Ogfremmandafólk søgdu ikki, at báturin var úr Lorvík, men at hann var avToftanesi.
Sjálvur hevur tú smíðað ínógv ár, áðrenn tú fór at mála. Og helst hevur tú sum onkur annar kínt og kelaðhesum vøkru fjalunum, áðrenn tú hevur evnað tær til sum partur av einum“skaparverki”.
Sagt verður, at skyldskapur ermillum málningalist og tónlist.
Tværsystrar av Toftanesi úr Innistovu giftust til Klaksvíkar.
Onnur,Maria, giftist við læraranum, Sámal Mikal Joensen.
Hin,Katrina Fredrikka, giftist við bóndanum á Myrkjanoyri, Hanus bónda (olduromma ArchibaldBlack).
Herkoma tónleikagávur og listagávur annars undan – Archie og onnur við honum.
UndanMariu hava eini 8 gingið á Konservatoriinum. Sámal Petersen, Páll Sólstein, ErnstDalsgarð, Atli Petersen og tveir brøður hansara.
Higani koma eisini málararsum Jógvan Waagstein undangongumálari í føroyskari list og tónlistamaður,eisini m.a. Bárður Jákupson.
So góði Sámal – tú ert av góðumbergi brotin og skal vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar! Ynski eg tær góðaeydnu við hesi góðu, spennandi, litfjálgu og serliga ljóssettu listaframsýning.
Takk fyri!
Dávur Winther




