Rúm tíð er gingin síðani tosið um undirsjóvartunnil tók seg upp og politisku leikirnir hava verið nógvir í hesum talvi.
Lokalu politikararnir lógu sum vera man ikki á løtu síðu og tvørtur um meginlandið samdust politikarar í Vágunum og Norðoyggjum um, at klókast var helst fyrst at royna Vágatunnilin í tinginum, ásannandi at flogvøllurin lá í Vágum og at hetta helst fór at vera gott agn at fáa fleiri politikarar aðraðstaðni frá og kanska helst úr Havnini við.
Og tað eydnaðist, eftir stórt og drúgvt politiskt arbeiði varð samtykt at fara undir hesa stóru verkætlanina og í kortunum lá samstundis, at farast skuldi undir Norðoyatunnilin so skjótt Vágatunnilin var liðugur.
Tunlarnir báðir eru nú veruleiki og hóast røddir hava verið frammi um at íløgurnar eru ov stórar, so er einki at ivast í, at hesar báðar stóru verkætlaninar fara at gagna føroyska samfelagnum í ættarlið framyvir.
Tú skalt ikki leita leingið í hagtølum fyri at finna stangnatiónina í Norðoyggjum seinastu mongu árini. Tað var tann tíð, tá vit heiðraðu borgara nr. 5000 og hóast hesin nú er vaksin, er íbúgvaratalið í Klaksvík ikki komið uppaftur á 5000 síðani kreppuna.
Helst kunnu vit vera ósamd um orsøkirnar til at fólkavøksturin í Norðoyggjum er uppsteðgaður, men ein orsøkin er eftir okkara tykki hon, at vit hava verið avskorðin frá meginlandinum. Hetta hevur vinnan kent sviðan av, tí fluttningur og tann tíð, virkini hava brúkt uppá flutning um Leirvíksfjørð hevur heilt víst kosta dýrt og hevur harafturat gjørt, at eitt nú handlar heilsølur og aðrar fyritøkur hava havt ilt við at kappast við vinnurnar aðrastaðni í landinum.
Tá farið varð undir at gera Norðoyatunnilin komu beinanvegin spurningar fram um samfelagið og vinnan vóru klár til fast samband.
Hóast lítið sást til fyrireikingar í byrjanini, so hevur heilt víst stórt virksemið verið líka frá byrjanini av, tí nú Norðoyatunnilin skal lata upp leygardagin, er býurin nærum ókenniligur.
Hesa seinastu tíðina hava vit verið vitnið til rúkandi virksemi innan nærum alla handils og virkisvinnuna í Klaksvík.
Ídnaðarøkið, sum burtursæð frá bilverkstaðnum lá eiðið í nógv ár, bleiv knappliga ábygt alt sum tað var og har er ikki pláss fyri fleiri bygningum. Samstundis má sigast, at fleiri av virkisbygningunum har kunnu javnmetast við tað besta vit síggja aðrastaðni.
Men eisini í býnum annars hava handlar gjørt seg klárar til fasta sambandið. Ein rúgva av handlum hava seinastu árini skift eigarar og enn fleiri hava moderniserað og víðka um tað úrval teir høvdu frammanundan.
Ídag (mikudagin) var spakin settur í til enn eina ítróttarhøll við Djúpumýru og harafturat fær svimjihøllin stórar umvælingar, sum fara at gera høllina meira familjuvinarliga.
Og ikki at gloyma stóru havnina í Ánunum, sum er evnað til av tilfari úr tunlinum, jú, vit hava rigga okkum til, og so má tíðin vísa hvussu vit fara at klára okkum higartil, men hendur í favn hevur vinnan ikki sitið.
Nú tunnilin letur upp, fara vit at heilsa gestum okkara vælkomnum. Norðoyingar vóna sjálvsagt, at so mong sum gjørligt fara at brúka møguleikan hesa komandi vikuna og vikurnar framyvir at vitja í Norðoyggjum, tí næststørsti býur í landinum hevur veruliga tikið ódnartak og er komin eitt langt stig longur fram seinastu tíðina.
Vælkomin til Klaksvíkar.




