Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælkomnir á Føroya Sjómannadag, føroyingar allir

John William Joensen

Annað árið á rað verður skipa fyri Føroya Sjómannadegi í Klaksvík og aftur í ár er ætlanin rættuliga at seta sjóneykuna á alt sum hevur við havið og fiskivinnu at gera.

Vit fyrireikararnir halda at føroyingar í minsta lagið einaferð um árið eiga at seta okkara sjóvinnufólk, sjóvinnu og okkara størstu útfluttningavøru í hásætið og tí eigur ein sjómannadagur sum hesin at seta sær stór mál.
Føroyar eru eitt lítið land, ið liggur mitt úti í Norðuratlantshavinum. Júst eins og okkara grannatjóðir, so hava vit liva av tí sum havið hevur givið og hava vit altíð sett okkara álít á fiskivinnuna, men um vit skulu verða við í hesari kapping, so er umráðandi ikki at smæðast burtur á tí altjóða pallinum, men alla tíðina seta sær stór mál. Og hví skulu vit ikki tað?
Í fjør skipaðu vit fyri heimsmeistarakapping í egning og eydnaðist hetta sera væl. Í kapping við íslendingar og normenn vann klaksvíksjingurin John Havn fyrsta heimsmeistaraskapið í egning. Í ár  var skipað fyri somu kapping í Vestmannaoyggjunum, og var tað aftur ein kapping millum Føroya, Ísland og Norra, og aftur vóru føroyingar teir stinnastu. Ólavur Poulsen bukaði hinar av og kann tann dag í dag kalla seg heimsmeistara í egning. Spennandi verður at síggja John og Ólavur bresta saman leygardagin.
Tað at vit eru farnir útum 200 fjórðinga sjómarkið at skipa fyri heimsmeistaraskapið í egning, gevur okkum altjóða royndir og ikki minst dirvi til at taka næsta stigið í norðuratlantiskum høpi.
Í ár skipar Føroya Reiðarafelag saman við Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Banka fyri Fiskivinnuráðstevnu við útlendskum íkasti á sjómannadegnum og hetta kunnu vit bara gleðast um. Komandi árini ætla vit at gera Føroya Sjómannadag enn størri og betur. Vit ætla okkum at kníta eina fiskarímessu afturat degnum, umframt fleiri altjóða fyrilestrar, seminar og framsýningar.
Føroyingar flestir, sum arbeiða innan fiskivinnuna ferðast nógv til onnur lond at kunna seg um viðurskiftini har. Vit meta, at tað er líka so umráðandi, at vit  regluliga skipa fyri tiltøkum, ið hava við sær, at fremmandafólk koma hendavegin at kunna seg um tað sum vit eru bestir til.
Føroyar liggja væl fyri í Atlantshavinum ímillum sterkar fiskivinnutjóðir og tí átti tað at bori til at skipa Føroyar sum ein miðdepul, tá talan er um kunning um fiskivinnu og fylgivinnu. Onki av hinum londunum er so tengt at fiskivinnuni sum land okkara og tá Klaksvík er fiskivinnubýur burturav, hava vit hildi tað vera rætt, at vit her taka lógvatak saman – og saman við sameindum føroyskum kreftum leggja lunnar undir eitt støðugt mennandi arbeiði á hesum økinum.
Tað skal vera okkum ein gleði at bjóða øllum føroyingum við gestum vælkomnum til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag. Sum sæst áðrastaðni, so eru Føroya Banki og Klaksvíkar Kommuna saman við okkum um hetta stóra tiltak. Hetta er ikki ein stevna sum áðrar, tí á Føroya Sjómannadegi eru øll tiltøk ókeypis, so ongin nýtist at halda seg aftur av peningaligum orsøkum. Tó skal ein gjalda um ein ynskir sær eitthvørt til matnað umframt kaffiborðið leygarmorgunin, sum Føroya Banki bjóðar.

Vónandi fáa vit øll ein góðan  Føroya Sjómannadag.

Fyrireikararnir