Í gjár fingu Elisabeth, Ingolf, Andrea og Zacharias Gaard fyrsta vælkomupakkan frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra. Pakkin verður nú latin øllum, sum flyta til Klaksvíkar kommunu
Í gjár fingu Elisabeth, Ingolf, Andrea og Zacharias Gaard fyrsta vælkomupakkan frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra. Pakkin verður nú latin øllum, sum flyta til Klaksvíkar kommunu
Nú fáa nýggir borgarar ein vælkomupakka, tá ið flyting teirra til Klaksvíkar kommunu er skrásett. Hetta hevur áður verið siðvenja og frammanundan letur kommunan eisini heilsan til nýføðingar, sum leggjast afturat kommununi.
Fyrsti pakkin er latin Elisabeth og Ingolf Gaard, sum saman við børnunum Andreu og Zacharias fluttu aftur til Klaksvíkar í februar eftir fleiri ár í lestrarørindum í Keypmannahavn.
Elisabeth og Ingolf eru bæði uppvaksin í Klaksvík, og ynskið hevur altíð verið at flutt heim aftur eftir loknan lesnað.
– Hjá okkum lá tað til høgra beinið at velja Klaksvík. Sjálvt um vit hava verið leingi niðri og hava bæði vinir og familju har, so hevur tað eisini verið gott at koma heim aftur og búgva nær við familjuna, sigur Elisabeth.
Elisabeth er útbúgvin námsfrøðingur og kandidatur í námsfrøðiligari sálarfrøði og starvast í vøggustovuni í Mylnuhúsinum. Ingolf er útbúgvin cand.it og starvast á KT-deildini hjá Føroya Tele í Havn. Tey fluttu tveyeinig til Danmarkar at lesa, men eru nú afturkomin við tveimum børnum, fimm-ára gomlu Andreu og Zacharias, sum er eitt ár. Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast sjálvsagt um, at familjan Gaard valdi Klaksvík, tá leiðin gekk heim aftur til Føroya.
– Fólkavøkstur er eitt greitt tekin um eitt sunt samfelag, og vit eru glað fyri hvønn einasta borgara, sum velur Klaksvíkar kommunu sum bústað. Í fjør rukku vit stóra málinum um at koma upp á 5000 borgarar og síðan tá eru nógv afturat flutt til, og tað er við til at skapa menning og trivnað í kommununi, so sjálvandi skulu øll kenna seg hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar kommunu, sigur borgarstjórin.
Í vælkomupakkanum er ymisk kunning um viðurskifti og tænastur í kommununi, umframt ein heilsan frá borgarstjóranum og gávukort til svimjihøllina og Atlantis bio.
Vælkomupakkin verður latin øllum, sum flyta til kommuna og somuleiðis afturvirkandi til teirra, ið eru flutt til Klaksvíkar kommunu síðan 1. januar í ár. Pakkin fæst við avheintan í Miðlan.




