Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælkomurøða, Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri: Borgarstjórin bjóðar íverksetarum vælkomnum

John William Joensen

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, setti fundin og fegnaðis um at fyrsta íverksetarahúsið í Føroyum nú var veruleiki

Røðan hjá Borgarstjóranum:



Góðu gestir, Bjarni Djurholm landsstýrismaður og øll somul – verið hjartaliga vælkomin til hetta tiltak, nú vit í kvøld almannakunngera stovnanina av Føroya fyrsta íverksetarahúsi. 







Også en særlig velkomshilsen til vores danske gæster – hjertelig velkomne til Færøerne og til Klaksvík. Vi er meget taknemlige for jeres bidrag og hjælp i forbindelse med dette iværksætterhus, som er det første af sin slags her i landet. 







– – – 







Íverksetan er í dag eitt týdningarmikil motorur í regionalari menning. Tí satsar Klaksvíkar Kommuna uppá íverksetan.







Undirsjóvartunnilin ger tað samstundis møguligt hjá okkum at bjóða øllum íverksetarum í landinum – yngri sum eldri – til Klaksvíkar at gera nýtslu av íverksetara­húsinum.







Tað fellur okkum natúrligt at seta gongd á hesa verkætlan, tá vit hugsa um tað stóra primera vinnulív, sum Klaksvík í modernaðari tíð altíð hevur hýst, sum byggir á ein vilja til sjálvbjargni.







Í kvøld er tað ikki so løgið, at hugurin leitar til okkara vinnulívsfólk – bæði tey, sum vit í dag eiga, og tey, sum samfelag okkara hevur átt og hevur notið gott av gjøgnum farnar tíðir.







Vit hava hesum fólkum sera nógv at takka fyri, tí tað, sum hesi hava skapt og skapa, kemur øllum okkara samfelag tilgóðar.







Tí er ógvuliga umráðandi, at vit sum samfelag skorða undir skapanarevni og váða- og virkisfýsni hjá íverksetarunum – teir eru veruliga gull verdir fyri alt okkara samfelag.







Nógvar eru frásagnirnar um menn og kvinnur, sum byrjaðu í smáum, og sum við hørðum og miðvísum arbeiði og áhaldni bygdu sínar fyritøkur upp.







Eg kundi nevnt so mong dømi um persónar, sum eru talandi dømi um at tað ber til at skapa nakað, um viljin og hegni eru til staðar.







Tað hevur ikki altíð verið so nógvir stuðuls- og menningarmøguleikar, sum tað eru í dag, men kortini er samfelag okkara signað av so mongum framtaks­hugaðum kvinnum og monnum.







Tað er sagt so mangan fyrr, hvussu neyðugt tað er at satsa uppá vinnuliga fjøltáttan,







Enn í dag er fiskivinnan okkara høvuðsvinna, sum samfelag okkara í mestan mun byggir á og livir av – og vit kunnu sanniliga vera takksom fyri tey framtøk, sum eru og verða gjørd innan hesa vinnu.







Vón okkara er, at Íverksetarahúsið fer at geva fleiri íverksetarum møguleikan at ‘blóma’ sum íverksetarar, bæði innan høvuðsvinnuna og innan aðrar vinnur, sum við tíðini kunnu gerast alternativ og eitt ískoyti til lívsgrundarlagið undir samfelag okkara.







Klaksvík tekur í álvara avbjóðingina við íverksetan, sum Vinnumálaráðið hevur spælt út við í almenna vinnupolitikkinum.







Tí kunnu vit siga, at vit í felag eru komin her, sum vit eru í dag, nú vit kunnu almanna­kunngera stovnanina av fyrsta íverksetarahúsinum í Føroyum.







Eg ynski her at takka býráðnum fyri jaligan hugburð og Vinnulívsráðnum í Klaksvík fyri gott samstarv.







Somuleiðis takka vit vinnulívinum fyri teirra positiva hugburð yvir fyri verkætlanini, og ikki minst Eik og Vinnumálaráðnum fyri teirra stuðul til verkætlanina.







At enda vil eg ynskja Menningardeild kommununnar, við Rana Nolsøe menningarstjóra á odda, hjartaliga tillukku og bestu eydnu við hesum undangonguátaki, sum eg vóni fer at bera ríkan ávøkstur, bæði her í økinum og kring um alt land okkara. 







Takk fyri.