Danski poppbólkurin Lukas Graham eru á hittlistum kring allan heimin. Teir hava verið á langari konsertferð og teirra seinasta konsert er á ársins summar festivali
Danski poppbólkurin Lukas Graham eru á hittlistum kring allan heimin. Teir hava verið á langari konsertferð og teirra seinasta konsert er á ársins summar festivali
Klokkan er 22.00. Tað regnar illa og vágsbøur er stokkfullur við spentum áhoyrarum. Bólkurin leggur út við laginum “Take The World By Storm” og so koyrir showið.
Bólkurin spælir væl. Sera væl skal sigast. Tað er ordiliga stuttligt at hoyra so góðar tónleikarar. Umframt at verða væl samanspældir, so duga teir ógvuliga væl at framføra á palli.
Eftir nøkur løg, tveitir ein áskoðari eina Underberg til Lukas Forchhammer. Hann botnar lítlu fløskuna og fjøldin fer at kóka. Lukas syngur væl, osar av sjálvsáliti og dugir sera væl at fáa fjøldina við.
Bólkurin hevði við sær eina blásarasektión, sum kalla seg The Rusty Trombones. Blásarnir farvaðu sangirnar við teirra frálíka spæli.
Tað, sum fangaði meg mest var at síggja bassleikarin Magnus Larsson (The Magnúm) og trummuspælaranm, Mark Falgren (Lovestick). Tey, sum vóru til konsertina vita allarhelst hvat eg meini við. Teir groova nakað so væl og liva seg fult inn í tónleikin. Tað sást at hetta eru menn, ið veruliga elska og dyrka at spæla tónleik.
Alt koyrir, sum tað skal, men ímóti endanum av konsertini, hoyrist at Lukas gerst hásur. Ímeðan fjøldin syngur “Seven Nation Army” hja The White Stripes, far hann sær ein heitan drekkamunn.
Teir enda konsertina við kenda laginum “7 Years”. Konsertin endar nokkso knappliga. Av tí at teir ikki góvu nakað eykalag, so virkaði konsertin nokkso endaleys.
Lukas Graham er fyrstafloks undirhald og røkka teir langt út um senukantin. Teir megna at fáa alt fólkið við og er tað eingin loyna at teir veruliga hava sungið seg inn í hjørtuni á okkum føroyingum.
Takk fyri hesaferð, Lukas Graham. Vit gleða okkum til næstuferð.
Settlisti
Take The World By Storm
Drunk in the Morning
Hayo
Don’t You Worry ‘Bout Me
What Happened to Perfect
Criminal Mind
Better Than Yourself
You’re Not There
Nice Guy
Mama Said
Strip No More
7 Years




