Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælveruvika í SMS

SMS – www.sms.fo

Móta og vælveruvikan í SMS byrjar týskvøldið kl 20, har vit saman við Bót til Bata varpa ljós á bróstkrabba. Í ár kalla vit tiltakið “Minnist tú til at kanna tíni bróst”.

Móta og vælveruvikan í SMS byrjar týskvøldið kl 20, har vit saman við Bót til Bata varpa ljós á bróstkrabba. Í ár kalla vit tiltakið “Minnist tú til at kanna tíni bróst”.  

Hesaferð verður varpa ljós á, at tað ikki bert er tann sjúki, ið verður raktur, men øll familjan.

 

Skráin fyri tiltakið er hendan:

Kl 20 Vælkomin

Kl 20.10 Katrina Lindenskov Holm hevur fyrilesturin “Krabbamein rakar alla familjuna”

Kl 21 SMS og Mylnan bjóða ábit, meðan Lív og Tróndur spæla hugnaligan tónleik

Kl 21.15 Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, sigur nøkur orð, nú tað eru 25   ár liðin, síðan Bót til Bata bleiv sett á stovn

Kl 21.20 Petur Elias Nielsen greiður frá, hvussu tað var at vera maki, tá konan bleiv rakt av krabbamini

Kl 21.40 Lív og Tróndur spæla

Kl 21.50 Møguleiki at fáa eitt prát við kvinnur frá Bót til Bata

Kl 22 Tiltakið endar