Seinrapartin var Heilsu Café á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og rættuliga nógv fólk vitjaðu
Seinrapartin í dag lat Heilsu Caféin um á Røktarheiminum og her var nógv gjørt burtur úr.
Borðreitt var við alskins grønmeti og sunnum kosti og høvi var hjá fólki at fáa mált blóðtrýst, blóðsukur, BMI, kondital og møguleiki var eisini at máta Peek-Flow.
Sjúkrarøktarfrøðingar vegleiddu saman við fysio og ergoterapeutunum.
Sunnur borgarstjóri
Sjálvur borgarstjórin kom á Cafe og sambart mátingunum skulu vit heilsa og siga at vit eiga ein sunnan borgarstjóra.
Nógv varð práta um heilsu, vekt. Tað sum serliga setti dám á tiltakið var tann góði og leskiligi heilsumaturin, sum borðreitt var við.




