Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælvitjað móttøka

John William Joensen

Leygardagin hevði P/F Wenzel, ið hevur umboðanina fyri FORD í Føroyum um hendir, opið hús í deildini Oman Eið.

Orsøkin til at FORD hevði móttøku í deildini leygardagin var, at Heidi Jakobsen er sett sum leiðari fyri deildini í Klaksvík og varð hon sett at byrja her mánadagin.
Heidi sigur, at opið verður hjá FORD í Klaksvík hvønn dag uttan mánadag, tí tann dagin brúkar hon á høvuðsdeildini í Havn at seta seg inn í tað nýggjasta viðvíkjandi bilunum frá FORD.
Umframt at Heidi skal selja norðoyingum nýggjar FORD bilar, hevur FORD í Klaksvík eisini nógvar góðar brúktar bilar á goymslu.
Heidi sigur, at móttøkan eydnaðist væl og at nógv fólk vitjaðu inn á gólvið og onkur royndi eisini nýggjan bil eins og tey vóru fleiri í royndu teir brúktu.
Deildin hjá FORD í Klaksvík hevur gott teldusamband við høvuðsstøðina í Havn og teir bilar, sum eru í FORD regi í Føroyum, men sum kanska ikki eru í Klaksvík, ber til at síggja á telduni á deildini í Klaksvík og um áhugi síðani er at royna bilin, so er lag á manni hjá Heidi at fáa bilin til Klaksvíkar dagin eftir.
Deildin hjá FORD í Klaksvík verður opin hvønn dag frá týsdegi til og við fríggjadegi frá 10 til 17. Vit skulu heilsa og siga at øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið til eitt bilprát.