Stockholm: KÍ hevur stóra áskoðarafjøld til útidystin í Stockholm, tá ein hugsar um støddina á felagnum.
Eftir dystin í Føroyum spurdu vit okkum fyri hjá AIK umboðum, hvussu nógvir áskoðarar kunnu væntast á Friends Arena hóskvøldið. Teir mettu, at eitt gott boð var 6000 heimaáskoðarar. Tað var áleið hetta, sum AIK hevði til fyrsta umfar í Europa League í fjør. Hjá KÍ kann talið av viðhaldsfólki koma uppá 200. Áleið 70 vóru við flogfarinum. Síðani hoyrist um mong, sum koma við bili aðrastaðni frá í Skandinavia og harafturat finnast fjepparar av føroyskum fótbólti í Svøríki, sum stuðla føroyskum liðum. So væntandi verður eitt stað millum 150 og 200 áskoðarar hjá KÍ á Friends Arena hóskvøldið.
Dysturin á Friends Arena hóskvøldið byrjar kl. 19.00 lokala tíð, sum er kl. 18.00 føroyska tíð.




