Tað er eingin ivi um at peningurin sum settur er í phoenix, ikki er fyri egnan vinning og tí kann Klaksvíkar Kommuna neyvan verða meir enn hartað
Notati frá løgmansskrivstovuni kemur ikki til nakra endaliga niðurstøðu, tí kommunan verður fyrst kunnað, men í notatinum vera møguleikar lýstir og við tí kendskapið vit hava til málið verður neyvan meira enn tann 1. møguleikin nýttur, tí eingin hevur persónur hevur roynt at fingið pening burtur úr:
Avleiðingar:
Heimildir løgmans, um so er at hann staðfestir, at ólógliga er framfarið, standa í § 55 og § 56 í kommunustýrislógini. Her eru heimildirnar ógilding, tvingsilsbøtur, endurgjaldsstevning og at seta í gongd revsisakarmál. Umframt er so helst eisini ein møguleiki, sum ikki verður nevndur í lógini, nevniliga at løgmaður bert átalar framferðarháttin.
Teir tveir fyrstu møguleikarnir eru ikki til staðar. Avgerðin kann ikki ógildast og kann heldur ikki rættast við tvingsilsbótum skaðin er longu hendur. Hinir tríggir møguleikarnir eru til, og um teir kann sigast:
Fyri at nýta hesa mannagongd talar, at innskotið er gjørt í bestu meining ætlað at økja um peningaognir kommunar á best møguligan hátt, og borgarstjórin persónliga á ongan hátt hevði fingið nakað burturúr íløguni, gekk væl við henni. Eisini kann sigast at borgarstjórin má hava verið í toluliga góðari trúgv um viðurskiftini, tá ið hann visti, at danska felagið og týska felagið vóru undir eftirliti av fíggjareftirlitunum í báðum londunum. Eisini hevur grannskoðari kommununnar ongar viðmerkingar gjørt til innskoti í síni grannskoðan av kommununi. Eitt revsimál vil tí verða eitt lutfalsliga hart instrument at brúka.
Fyri hesum talar, at formliga bendir alt á, at talan er um lógarbrot. Skulu serlig atlit takast mótvegis borgarstjóranum vegna serligar umstøður í málinum, skulu slík takast av dómstólunum og ikki av løgmanni, sum parti av politiska umhvørvinum. Borgarstjórin hevur eisini út frá rættartrygdarsjónarmiðum eitt krav uppá at fáa roynt avgerðina hjá løgmanni um, hvørt hann hevur borið seg ólógliga at við ein dómstól, og ikki bert hava spurningin meira ella minni hangandi í leysum lofti við eini átalu.
Skal meldast, so verður borgarstjórin formliga at meldast fyri brot á løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) § 42 stk. 2 jbr. § 56 stk. 1, tí at hann 23. mai 2002 og 25. juli 2003 vegna Klakksvíkar kommuna setti peningaognir í Phoenix Kapitaldienst Gmbh við eini indtrædelseserklæring og indskudskontrakt uppá ávikavist 160.000 dkr og dkr. 840.000, hóast hetta felag ikki var ein peningastovnur, ein postgiro ella umsat tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður.
Tað er fútin, sum ger av, um ákærurit skal latast rættinum í málinum sbr. rættargangslógini, men sbr. kommunustýrislógini § 56 stk. 2 kann ákæra einans verða reist, um har fyriliggur ein áheitan frá løgmanni um tað. Í samband við hendan partin av málinum er neyðugt at hava í huga revsilógarinnar § 96, sum sigur, at adgang til privat påtale og til at begære offentlig påtale bortfalder, når den berettigede ikke har anlagt sag eller fremsat begæring inden 6 måneder efter, at han har fået sådan kundskab, at han har tilstrækkeligt grundlag for sagsanlæg eller fremsættelse af påtalebegæring Tí ber ikki til at drála ov leingi í støðutakanini til hendan spurningnin.
Sbr. kommunustýrislógini § 55 stk. 3 kann løgmaður vegna Klaksvíkar kommunu stevna borgarstjóranum eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi. Í sjálvum sær er tað ikki eitt ábyrgdargrundarlag, at borgarstjórin hevur borið seg ólógliga at. Tað krevst eitt ábyrgdargrundarlag, eitt serligt ábyrgdargrundarlag, sum í hesum føri er culpareglan, sum er ólógásett og ment í rættarvenju. Eftir hesi reglu meta dómstólarnir um, hvørt ein meðal skila borgarstjóri átti at verið varugur við, at eitt tap kundi staðist av gerðini at seta pening í Phoenix Kapitaldienst Gmbh. Fyri slíkari ábyrgd talar, at útbjóðingartilfarið týðuliga sigur, at vandi er fyri tapi; ímóti talar, at tapið ikki er komið í av vanliga keyps og søluvirksemi felagsins, men av, at leiðslan hevur svikað við peningaognum felagsins. Hetta er helst ikki nakað, sum man kann forlanga at borgarstjórin átti at vita.
Endurgjaldsspurningurin má í øllum førum bíða, til ein endalig tapsuppgerð er gjørd. Slík kann ikki gerast fyrr enn endalig dividenda er útgoldin úr Phoenix Kapitaldienst Gmbh og evt. Peningurin, kommunan hevur rætt til úr týskum trygdargrunnum, er útgoldin. Mælt verður tí í fyrstu atløgu til, at løgmaður mótvegis borgarstjóranum tekur fyrivarni um endurgjald, og at ummæli verður fingið frá øllum býráðslimum í Klakksvík (uttan borgarstjóranum), áðrenn støða verður tikin til, hvørt málið skal latast sakførara at stevna.




