Støðan ídag innan vanligu fiskiskipini í veiða feskan botnfisk, tað verið seg línuskip og trolarar er sera álvarsom, at ikki ber til at fáa manning til skipini. Tað ger at fleiri skip liggja í fleiri dagar og summi als ikki koma avstað aftur.
Nú festivalar og stevnir eru liðug so vildi man hildið at tilber at fáa manna skipini, men so er tíverri ikki.
Tað er eingin møguleiki at fáa sjófólk uttanlanda frá, hóast man hevur spurt bæði almennar myndugleikar og onnur.
Tað er sera órógvandi at vit eru í fer við at avtofta møguleikan at hava feskfiskaflota koyrandi, og harvið alt tað arbeið tað gevur runt um landi, tá skip sigla inn og út. Tað skapar sanniliga menning og gróðrarlíkindi fyri samfelagið.
Almenni mynduleikin vísir seg ikki at skilja álvarsomu støðuna hesin partur av vinnuni er í, og tá vit hugsa um tíðina í nýtt verður uppá pelagisku vinnuna og at diskutera fiskidagar, har ein góður partur av døgunum als ikki verður nýttur, og tí ger veiðutrýstu fiktivt, so er tað sera torført at finna nakran glotta fyri framman.
Tí er tað ein áheitan her til Føroya Fiskimannafelag, ALS, almenna myndugleikan at skipa fyri at tilber at fáa sjófólk henda vegin, sum kunnu mynsta við føroyskum feskfiska skipum, undir skipaðum viðurskiftum, so tilber at reka vinnu framyvir.
Vegna trolarar og línuskip
Leif Høj




