Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væntandi yvirgangsatsókn

Danial Viðoy

Yvirgangsatsóknin í Keypmannahavn: Tað sigur Marie Krarup, sum situr á Fólkatingi fyri danska Fólkaflokkin. Hon samanber atsóknina við deyðan.

Yvirgangsatsóknin í Keypmannahavn: Tað sigur Marie Krarup, sum situr á Fólkatingi fyri danska Fólkaflokkin. Hon samanber atsóknina við deyðan.

Hetta hevur ligið beint undir vatnskorpuni í fleiri ár. Vit mugu taka í egnan barm, tí vit hava ikki dugað nóg væl at integrera stóra talið av flóttum, sum eru komnir inn í danska samfelagið í 30 ár.

– Orsøkin er, at vit hava tikið fleiri inn, fleiri enn vit megnað at handfara, sigur Marie Krarup. Seinastu 30 árini eru nógvir flóttar komnir til Danmarkar og tað hevur elvt til eitt slag av parallell-samfelag.

– Vit hava ikki havt stýr á støðuni. Vit hava ikki megnað at integrera tað rúgvuna av flóttum, sum eru komnir á danska jørð. Samfelagið hevur ikki klárað at upplýst øll tey ungu, við øðrum etniskum uppruna, um tey donsku virðini, sum m.a. byggja á tekni- skrivi- og talufrælsi.

Hon samanber hesa yvirgangsatsóknina við deyðan. Vit vita, at deyðin kemur fyrr ella seinni. Soleiðis var eisini við atsóknini í vikuskiftinum, sigur hon:

– Vit vistu, at fyrr ella seinni fór yvirgangurin eisini at henda í Danmark. Hóast at vit væntaðu tað, gjørdust vit sjálvsagt skelkað. Vit vónaðu bara at tað ikki skuldi henda fyri okkum.

Kelda: politiko.dk