Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Væntast at lenda í kvøld

Jákup Ósá

Gongst sum ætlað, so lendur RFS-hópurin í kvøld og dysturin verður sum ætlað spældur hóskvøldið kl. 19.00.

 

Í løtuni stendur flogfarið úr Riga at lenda kl. 16.50. Veðurforsøgnin boðar frá betri veðri í kvøld. Norðlýsið frættir frá KÍ, at væntandi lendur RFS einaferð í kvøld og kemur síðani til Klaksvíkar at hava eina stutta venjing. Tað verður ikki mett sum avgerandi, at venjingin er nakað seinni enn eitt døgn áðrenn dystin, tá umstøðurnar eru soleiðis við líkindunum at lenda. Eydnast at hetta sum ætlað, so verður dysturin sum eftir ætlan hóskvøldið kl. 19.00. 

Sostatt er góður møguleiki fyri, at tað kann sleppast undan at útseta dystin eitt døgn.