Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vága Floghavn vertur fyri Nordic Airport Meeting 2014

Vágar Airport

Í hesum døgum er Vága Floghavn vertur fyri Nordic Airport Meeting. Nordic Airport Meeting verður hildið hvørt ár og vertskapurin flytur ímillum Norðurlond.

Í hesum døgum er Vága Floghavn vertur fyri Nordic Airport Meeting. Nordic Airport Meeting verður hildið hvørt ár og vertskapurin flytur ímillum Norðurlond.

Umleið 25 flogvallarleiðarar og leiðandi starvsfólk innan norðurlendska flogvinnu eru í hesum døgum samlaði á Hotel Føroyum fyri saman at menna flogvinnuna í Norðurlondum. Ein stór avbjóðing hjá øllum londunum, er at fáa teir smærru flogvallirnir til at bera seg. Krøvini til flogvallir eru vaksandi , og somu krøv til trygd, tøkni við meira verða sett til teir smærru flogvallirnir sum til teir stóru. Eindarkostnaðirnir fyri smærru flogvallirnir verða eisini tað størri, tí at tað eru færri ferðandi til at gjalda kostnaðin og harvið til at fíggja raksturin.

Í øllum teimum stóru norðurlondunum eru tað bara teir stóru flogvallirnir við meira enn 1 millión ferðafólkum sum bera seg. Teir smærru geva allir hall. Vága Floghavn er eitt undantak í so máta.

Umframt at tosa um rakstur og íløgur hjá flogvallunum, so kjakast umboðini sum koma úr Finnlandi, Svalbard, Noreg, Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi eisini um ES-ávirkan á flogvinnuna, menningina av regionalum flogvallum og flogleiðum, avbjóðingar í samband við øskuskýggj við meira.