Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vága- og Norðoyatunnilin 5,5 mió. kr. í yvirskoti fyrra hálvár

John William Joensen

Fíggjarliga gongdin hevur verið somikið positivt at Vágatunnilin verður afturgoldin longu komandi summar. Uni Danielsen, stjóri í Norðoya- og Vágatunlinum, sigur at ferðslan í undirsjóvartunlunum er økt munandi higartil í ár í mun til undanfarin ár. Økingin hevur vanliga ligið um 1 til 2 prosent, men til og við august í ár er ferðslan í Vágatunlinum økt 5,3% og í Norðoyatunlinum er ferðslan økt 5,1 %.

Fíggjarliga gongdin hevur verið somikið positivt at Vágatunnilin verður afturgoldin longu komandi summar. Uni Danielsen, stjóri í Norðoya- og Vágatunlinum, sigur at ferðslan í undirsjóvartunlunum er økt munandi higartil í ár í mun til undanfarin ár. Økingin hevur vanliga ligið um 1 til 2 prosent, men til og við august í ár er ferðslan í Vágatunlinum økt 5,3% og í Norðoyatunlinum er ferðslan økt 5,1 %.

Talan er sostatt um eina óvanliga stóra øking í ferðsluni higartil í ár og tí tók nevndin avgerð um at lækka prísin frá 1. juli.

Príslækkingin er í miðal 15% men serliga stóru lastbilarnir sum eru omanfyri 12 metur hava fingið tað sum svarar til eina príslækking uppá 45%.

Stór øking í ferðsluni

Ferðslan í august 2013 hevur verið serliga nógv í Norðoyatunlinum.

Í miðal koyra 2044 akfør gjøgnum Norðoyatunilin hvørt samdøgur, og í august 2012 koyrdu 2416 bilar í miðal gjøgnum Norðoyatunilin – men í august 2013 koyrdu heilir 2747 akfør um samdøgri og hesin mánaðin er altíð góður óivað takka verið Summarfestivalinum og Sjómannadøgunum.

Við verandi ferðslu kunnu vit vanta eitt sera positivt úrslit í ár, men vit kenna ikki heilt hvussu nógv príslækkingin fer at kosta, men vit hava mett at hon fer at kosta umleið tær milliónir krónur tilsamans í báðum tunlunum.

Eftir ætlan verða lánsgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum afturgoldin (VT) ársskiftið 2016-17 og (NT) 2020-21 men vit eru nakað frammanfyri og við verandi gongd verður Vágatunnilin afturgoldin komandi summar og Norðoyatunnilin á sumri 2018. Vit hava brúkt yvirskots likviditetin til at gjalda lán skjótari niður og tá hava vit tryggja okkum at vit kunnu taka hendan likviditetin aftur tá tað gerst neyðugt at brúka hann til íløgur í asfaltering o.a.

Sambært stjóranum í Norðoya- og Vágatunlinum eru 7,5 størv í umsitingini av báðum tunlunum meðan alt tað tekniska arbeiði er útlisitera.

Trygdarkrøv og kostnaður

Verandi undirsjóvartunnlar eru bygdir eftir galdandi trygdarkrøvum í 2002 og 2006 og í samband við ætlanirnar at byggja Skálafjarðartunnilin er komið fram at privati íleggjarin í nógv umrødda loyniliga sáttmálanum tryggjaði sær at trygdarkrøvini fyri 2012 fóru at verða galdandi fyri alt tíðarskeiði tá lánini í tunlinum skuldu afturgjaldast – tvs. eini 30 ár. Og hetta er ikki gjørt uttan orsøk tí sambært stjóranum í Vága- og Norðoyatunnlinum eru júst trygdarkrøvini ein stórur partur av kostnaðinum.

– Vágatunnilin sum var bygdur í 2002 kostaði góðar 300 mió. kr. men ein leys meting sigur at um tunnilin varð bygdur í dag høvdu bert trygdarkrøvini gjørt tunnilin eini 20% dýrari.