Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vágakórið og Vestmanna sangkór á ferð

Danial Viðoy

Nógvar góðar og forvitnisligar konsertir fyri vestan. Síggj skrá her.

Nógvar góðar og forvitnisligar konsertir fyri vestan.


Tíðindaskriv:

Sunnudagin, 11. desember fara Vágakórið og Vestmanna sangkór at syngja

í Kvívíkar kirkju kl. 16.00

og í Sandavágs kirkju kl. 19.00


Mánakvøldið, 12. desember syngja kórini

Í Vestmanna kirkju kl. 19.00


Á skrá eru kendir og minni kendir føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini syngja saman og hvørt sær.

Vit kunnu lova tykkum, sum koma at lurta, eina fjølbroytta konsert undir leiðslu av teimum báðum kórleiðarunum Sámal Matras Christiansen og Benjamin Gaasedal og umleið hávthundrað væl upplagdum kórsangarum úr vesturøki Føroya.