Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vágaverk á Summar Festival

Jóhann Lützen

Legendurnar úr Vágum spæla á Summar Festivalinum

 

 

Góð tjúgu ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá Vágaverk, og bólkurin er framvegis aktuellur og viðkomandi. Vágaverk verður við á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 3. til 5. august.

Á fyrstu, sjálvnevndu, útgávuni í 2002 hittaði Vágaverk við sangunum “Túsund og ein nátt” og “Á trappuni hjá Lenu”, sum eru blivnir klassiskarar. Í 2014 kom útgávan Drekkivatn við sangum sum “Hvar baby” og “Ljóta verð gamla mer”. Seinasta útgávan hjá Vágaverk, Ivaveður, kom seint í fjør, og av henni kenna fólk sangir sum “Bommilomm” og “Cajun baby”.

Jóan Jakku Guttsen og Sámal Ravnsfjall eru høvuðsmenn í Vágaverk. Teir teljast millum legendurnar í føroyskum tónleiki og eru millum fremstu umboð fyri vágasound.

Nú koma teir á Summar Festivalin við øllum teimum frálíku sangunum hjá Vágaverk og hava framúr góðan bólk afturat sær.