Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vágbingar tóku KÍ-høllina og meistaraheitið

John William Joensen

Eini 300 viðhaldsfólk hjá VB høvdu leita sær norður til Klaksvíkar og tey fóru heim aftur við meistaraheitinum.

Undan dystinum var greitt at tað skuldi eitt undir til um Stjørnan skuldi gerast meistari. Kravið til Stjørnuna var ikki einans ein sigur men harafturat skuldu tær skorða næstan 30 mál fleiri enn VB og at hetta var ein ómøgulig uppgáva, fingu vit at síggja bert fáa minuttir inn í dystin.
Seinastu árini hevur Stjørnan verið besta liðið og í ár hevur øll kappingini verið millum VB og Stjørnuna. Stjørnan vann finaluna, men vanlukkuligi dysturin í Vági har Stjørnan í seinastu minuttunum spældi sær sigurin av hondum skuldi til endan vera avgerandi fyri hvør gjørdist meistari.
Eingin kann siga stjørnuleikararnar ringar fyri at tær ikki trúðu upp á møguleikan í dag men hinvegin so fingu vit ein sera undirhaldandi dyst har áskoðararnir livdu við.

KÍ høllin fullsett.
Ikki ein sessur var tómur í høllini og fólk stóðu fram við vegginum, og lív var í askoðarafjøldini.
Men eisini her vunnu vábbingar sum stóran part av dystunum sungu: Ogur eru føroyameistarar.
Vit fara at ynskja Vábbingum tillukku við meistaraheitinum og stjørnuni tillukku við silvurmerkinum.

Úrslitið gjørdist 29-27 til VB


Meira seinri

Harleywoodpaint