Tað slepst ikki uttan um at vit av álvara muga fara at hugsað um at fáa pengar burtur úr øðrum enn bert fiskivinnuni.
Her liggur so vágin hjá okkum, hon sum er ímyndin av lívinum í Klaksavík, vágin sum hevur gjørt at Klaksvík er Klaksvik, vágin skríggjar eftir at blíva brúkt.
Vit kunna gera rammirnar, og so er rest bara her, vit skulla út at selja Klaksvík sum ein havn, sum ein máuppliva, og sum er so góð og hugnaliga. Tað skal vera eitt allvorligt "must" hjá útlenskum stuttleika bátum at koma hendavegin.
Vit muga minnast til at skulla fólk tíma at koma her, so má vágin vera rein og ruddilig – onki við olju á vágni og óruddi annars, vit eiga at seta krøv baði til okkum og hini tí viðvíkandi.
"´ímyndi tykkum" at fingið alt kai-øki til eina eind, líkað fra batabrúgunum og norð til egningarskúrarnar til eina samanhangandi uppliving, so at fólk sum komu hendavegin fingið eina uppliving av hvussu fiskur kann koma upp á land, at stampar fara umborð og koma í land, at tað eru menn sum standa og egna, tí batabrúgvarnar og stengurnar eru har, og tað er nakað sum ferðafólk halda vera áhugavert.
Komandi býrað má fara at hugsað "alternativt" og hugsað um at skapa inntøkur.
X við Elian E. Elttør
listi B




