Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vagnur Michelsen, fyrrv. hondbóltslandsliðsleikari: Team Klaksvík ger rætt at byrja í tí smáa

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Tað kundi verið lætt at keypt góðar útlendskar spælarar og so flutt upp í Atlantic Airways kappingina, men hetta kann alt gerast løtuvinningur, sigur fyrrverandi landsliðsleikarin, Vagnur Michelsen í hugaligari heilsan til Team Klaksvík.

Ein av profilunum innan føroyskan hondbólt er havnarmaðurin, Vagnur Michelsen, sum í síni tíð var ein av bestu leikarunum hjá Neistanum og á føroyska landsliðnum.

Vagnur heilsaði Team Klaksvík, tá ið felagið fyri umleið 2½ ári síðan varð sett á stovn, og hann hevur júst sent Team Klaksvík enn eina heilsan, sum stendur á heimasíðu felagsins.

Byrjanin hjá Team Klaksvík var hugalig, har fremsta liðið longu fyrsta árið flutti úr 2. deild og upp í 1. deild, sum er næst besta deildin í landinum.

Í inniverandi kappingarári hevur gingið meira striltið við úrslitunum hjá fremsta liðnum, sum hevur ligið og enn liggur í tí tyngra endanum av stigatalvuni. Men í seinastuni hava glottar verið at sæð, tí liðið hevur tveir týðandi dystir í seinastuni, sum hava lyft liðið nakað upp frá botninum, sum er umráðandi, fyri at liðið ikki skal verða hótt av einari niðurflyting aftur í 2. deild.

Í slíkari støðu er tað hugaligt at fáa eina heita heilsan frá góðum monnum, sum kenna og hava myndað føroyskan hondbólt.

Vagnur Michelsen skrivar m.a. soleiðis í heilsanini til Team Klaksvík:

– Hevði leitað mær til Klaksvíkar, tá ið Stjørnan spældi seinna Europa-cup dystin í heyst, men ferðin var eisini høvi at síggja nýggju høllina í Klaksvík, har millum annað Team Klaksvík húsast.

– Frálík høll og ótrúligir møguleikar hjá dreingja- og manshondbóltinum eisini at mennast í Klaksvík.

– Tankarnar leita aftur til 1968, tá ið Neistin og Kyndil spældu fyrsta veruliga dystin í tí tá nýggju høllini. Vit vóru allir bornir á lógvum hetta hóskvøldið.

Tað tekur ár
at byggja upp

Víðari skrivar Vagnur soleiðis:
– Fylgi væl við, hvussu Team Klaksvík klárar seg í kappingini, vitandi um, at tað tekur ár at byggja upp góð dreingja-og manslið.

– Team Klaksvík ger rætt at byrja í tí smáa, tað vil siga, tað kundi verið lætt at keypt góðar útlendskar spælarar og so flutt upp í Atlantic Airways kappingina. Men hetta kann alt gerast løtuvinningur.

Ósunn kapping í Atlantic
Airways deildini í løtuni

– Í løtuni er Team Klaksvík einasta liðið, sum kann flyta upp í bestu deildina, tí hini liðini í AA kappingini hava øll lið har frammanundan.

– Mín vón er, at Team Klaksvík um ikki so langa tíð kann hava eitt so mikið gott lið, sum veruliga kann bjóða seg fram í bestu deildini, tí núverandi AA kapping hevur slagsíðu, tí einki lið kann flyta niður.

– Ósunn kapping í botninum við kappingarenda, tí niðasta liðið kann kanska gera av, hvar meistarheitið endar, skrivar Vagnur Michelsen, sum endar heilsanina til Team Klaksvík við vón um blíðan byr, og at Klaksvík um ikki so langa tíð aftur hevur lið í bestu mansdeildini.