icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vakrastu kvinnur í ríkinum á pall saman við Lailu av Reyni

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 10.mai klokkan 21.30 fer føroyska songkvinnan og sniðgevin Laila av Reyni á stóra pallin á Frigg-festivalinum í Kongens Have í Keypmannahavn. Har skal hon ikki bara syngja, men eisini vísa 10 av sínum nýggjastu galla-kjólum.

Laila, sum eisini er sniðgevi, hevur gjørt vart við seg á tónleikapallinum seinasta árið við fyrstu fløgu síni, men seinnu árini hava kjólar hennara eisini fingið størri og størri altjóða uppmerksemi. Millum annað hevur hon sniðgivið kjólar til donsku luttakararnar

í bæði Miss World og Miss Earth finalunum.

Konsertin hjá Lailu av Reyni á Frigg-festivalinum verður tí bæði ein konsert fyri oyruni og eyguni. Meðan songkvinnan framførir, koma 10 modellir inn á pallin við jøvnum millumbilum. Seks modellir eru føroyskar, meðan fýra eru danskar. Av teimum donsku eru

millum núverandi Miss World finalisturin og Miss Earth finalisturin.

Allir kjólarnir eru nýframleiddir, og eftirsum summarið nærkast av álvara, eru teir lættir og eitt sindur eksotiskir.

Tónleikararnir, sum Laila hevur við sær í Keypmannahavn eru Pætur Zachariassen, Símun Eyðun Davidsen og Kristoffer Mørkøre

Myndin av Miss’unum hevur Anja Ekstrøm tikið

Felagsmyndin av føroysku modellunum hevur Sem Johnson tiki