Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vaksandi áhugi fyri at gerast ábyrgdarar

John William Joensen

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa sigur at vánaliga veðrið hevur ikki ávirka stórvegis nú ábyrgdarar velja umboð í umsjónarráðið.

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa sigur at vánaliga veðrið hevur ikki ávirka stórvegis nú ábyrgdarar velja umboð í umsjónarráðið.

Til ber at greiða atkvøðu fram til kl 19 í kvøld og tá vit taldu upp gjárkvøldi vóru 47,1% av samlaðu atkvøðunum komnar inn og er tað nakað tað sama sum í 2011 .

Seinast var valluttøkan 56,4% og hóast veðrið í dag er vánaligt, so rokna vit við at luttøkan verður áleið tann sama.

Seinast ábyrgdarval var (2011) var talið á atkvøðum 7234 og í ár eru 400 fleiri ábyrgdarar, nevniliga 6693 so áhugin fyri sparikassanum er vaksandi, sigur Marner Mortensen.

Til ber at atkvøða á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa til kl. 19 í kvøld