Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vaksandi atfinningar

John William Joensen

Seinastu árini hevur rákið verið: Vaksandi atfinningar at landsins myndugleikum og almennum stovnum.

LEIÐARIN

Sum vera man er tað leiðandi politiski myndugleikin, ið stendur fyri skotum. Henda gongd er onki eindømi fyri Føroyar, men sæst í øllum londum, vit vanliga samanbera okkum við, og eigur at vera tikin sum positivt tekin um, at borgarin er upplýstur, kennir síni rættindi og er árvakin, meðan tey, ið við valdinum sita, ikki longur hava lætt spæl ella kunnu hóreiggja sær sum tey vilja. Positivur kritikkur er sunnur fyri eitt fólkaræðisligt og framkomið samfelag.

Heilsuverkið, Skúlin og Kringvarpið hava serliga verið á skránni í seinastuni bæði heima hjá okkum og eitt nú í Danmark. Hetta eru kostnaðarmiklir, týðandi og neyðugir almennir stovnar, ið borgarin dagliga hevur eygu og oyru við og sum strong krøv og stórar vónir verða settar til. Danir hava í mong ár funnist at heilsuverki og læknum fyri ódugnasemi og peningagirnd samstundis sum læknatrotið í almenna heilsuverkinum alsamt økist, og læknar flyta til betri umstøður og hægri inntøkur á privatum sjúkrahúsum ella í útlondum. 

Danska Skúlaverkið hevur fingið dumpikarakter og hevur verið fyri ákoyringum og støðugum broytingum tey mongu farnu árini. Atfinningarnar og ónøgdin halda støðugt fram og hava kravt stóra útskifting av bæði skúlaleiðslum og lærarum.

Almenna danska Kringvarpið hevur verið rakt av fíggjargølum eins og tað t.d. innihaldsliga hevur verið undir ákærum fyri rangsnúgving og manipulatión á tíðindadeildini, og avleiðingarnar hava verið stórar bæði fyri leiðslu og starvsfólk. TV-verturin, ið vísti mynd av innkomandi hermonnum í Irak, og segði dønum, at hermenninir vóru á veg út úr landinum, og sum í øðrum umfari lat 3 granatspreingingar ljóða í staðin fyri 2, varð vístur burtur og sagdur úr starvi orsakað av manipulatión, sum er haldgóð grund til uppsøgn í einum almennum public service stovni. Seinasta dømi um manipulatión er tá TV2 hevði mynd av útbrendum akfari í dokumentarsending frá Muhammed-kreppuni, og varð noytt til at klippa myndina burtur, tí hon var frá ófriði á Nørrebro og hevði onki við nevndu kreppu at gera. DR-byggingin á Amager gjørdist væl dýrari enn mett, og hetta var orsøk til stjóraskifti, meðan nýggi konsertsalurin hevur kostað nógvum starvsfólki starvið og framvegis hóttir núverandi stjóran álvarsliga.
Hvussu er støðan hjá okkum, sum hava eina visión um at vera bestir á flestu økjum um nøkur ár ? 

Nógv verður funnist at skúlanum fyri dugnaloysi hjá leiðslum og millum lærarar. Ikki minst eru atfinningarnar vendar móti landsstýrismanninum við mentamálum seinastu árini. Atfinningarnar eru munandi harðnaðar nú, Føroya Lærarafelag krevur landsstýrismannin settan frá vegna visiónsloysi, samstundis sum álvarsligar ákærur um óreglusemi í samband við annað mál á Vinnuháskúlanum er tikið upp til viðgerðar á Føroya løgtingi.

At sami landsstýrismaður hevur ábyrgd av samanlagda Kringvarpinum, ger ikki støðuna betri. Nú fjølmiðlaábyrgdarlógin so smátt fer at virka, koma skandalusøgur og ákærur um okkurt meinlíkt manipulatión undan kavi, sum benda á stóra ónøgd við stovn og leiðslu. Funnist hevur verið at hesum áður, og kanningar hava víst at trúvirði hjá stovninum ikki er nøktandi, men stjórin hevur í steintøgn mest sum ignorerað allar ábendingar um slíkt, og hevur eftir øllum at døma mett, at nóg mikið er, um bert rødd stjórans hoyrist so hissini. Vit hoyra bert røddina, tá spælt verður V4 og annars ikki. Slík líkasæla kann nú koma evsta ábyrgdini, landsstýrismanninum, aftur um brekku.

Landssjúkrahúsið hevur verið í fíggjarkreppu ferð eftir ferð seinastu árini og hevur fingið støðugar ábreiðslur fyri ovurnýtslu, hetta hóast øktar heimildir á fíggjarlógini á hvørjum ári. Víst hevur verið til vánaligu umstøðurnar hjá læknum, starvsfólki og sjúklingum, og økta heilivágskostnaðin. Nú, fjølmiðlar eru farnir undir at viðgera málið, koma beinleiðis ræðusøgur fram um ódugnaskap hjá ávísum læknum, um vánaliga viðgerð og óvirðiliga viðferð av sjúklingum. Ein verulig ónøgd hjá navngivnum sjúklingum og teirra avvarðandi sýnist at vera veruleikin. Atfinningar sendar stjóra og leiðslu. Evstu ábyrgdina eigur landsstýrismaðurin við heilsumálum.

Hóast trupulleikarnir eru mest sum teir somu sum í Danmark, so er kortini ein aðalmunur. Atfinningarnar verða har tiknar til eftirtektar og fáa avleiðing fyri tey, sum ábyrgdina hava. Tey, tað gongur út yvir, eitt nú sjúklingar, hava eina rættartrygd. Okkum vantar lóg- og reglugerðir á økjunum, og tað gevur møguleika fyri vantandi avleiðingum, at óskil og dugnaloysi kunnu halda fram, men eisini ónøgd og vaksandi atfinningar.

At løgmaður setir landsstýrismenn frá av “politiskum ávum”, meðan hann letur aðrar halda fram, hóast fólksins atfinningar og ónøgd, kann tykjast løgið, serliga út frá einum visionerum sjónarmiði.