Á aðalfundinum hjá Vinnulívsráðnum hóskvøldið fer Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at greiða frá “Vakstrarætlanini fyri Klaksvík”
Á aðalfundinum hjá Vinnulívsráðnum hóskvøldið fer Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at greiða frá “Vakstrarætlanini fyri Klaksvík”
Seinastu árini hevur verið nógv frammi um, at alsamt skal vinnuni verða givin uppaftur betri karmar og at breiðkað verður um útboðið av arbeiðsplássum, samstundis hevur verið víst á, at Klaksvíkin skal framhaldandi gerast ein meiri útbygdur lestrarbýur.
Fyri nú rúmari tíð síðani varð grundarlagið lagt undir eina vakstrarætlan, sum arbeitt verður út frá og sum býráðið tók stig til, og í hesum sambandi hevur Vinnulívráðið biðið borgarstjóran, Jógvan Skorheim, um at halda ein fyrilestur um vakstrarætlanina.
Eftir fyrilesturin verður høvi at seta spurningar, samstundis at fáa eitt orðaskifti um framtíðarætlanir bæði hjá býráðnum, vinnuni og skúlaskapi.
Tíðin júst hin rætta
Seinnu árini hevur arbeiðsloysið í økinum verið eitt tað lægsta í landinum, inntøkan hjá kommununi hevur verið vaksandi og fólkatalið er spakuliga økt, samstundis sum bæði fyritøkur og handlar hava havt lutfalsliga eina góða tíð við tættari samstarvi á mongum økjum.
Alt hetta er orsøkin til, at tíðin júst er hin rætta til at taka vakstrarætlanina upp til viðgerðar
Aðalfundurin verður á Klaksvíkar Sjómansheimi (Ovaru restauratiónini) hóskvøldið 20. mars kl. 19.30, har vinnan o.o. verða boðin at vera við og gerast ein sjálvsagdur partur av orðaskiftinum.
Ídag sita í nevndini fyri Vinnulívsráðið: Karl Birgir Isaksen, formaður, Hilmar Danielsen, næstformaður, Elsubeth Poulsen, peningarøkil, Rani Nolsøe og Heini Hansen.




