Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vakstraravtalan fyri Suðuroynna

John William Joensen

skal setast í verk beinan vegin

Tíðindaskriv 

Tjóðveldisflokkurin hevur skotið upp, at vakstraravtalan fyri Suðuroynna verður sett í verk beinanvegin og fíggja yvir fíggjarlógirnar 2008-2012.

Hóast ferðin á búskapinum eisini merkist í Suðuroynni, so bøtir hetta tó ikki um tann  veruleikan, at oyggin hevur álvarsligar vinnuligar og demografiskar trupulleikar at dragast við.

Tá ein heil familju flytur av oynni hvønn mánaða er tað í tøkum tíma, at ítøkilig stig verða tikin til at bøta um henda trupulleika, skal ikki hendan meginoyggiin gerast ein skuggi av sær sjálvari.

Oyggin er í eini óndari ringrás, og stórur tørvur er á fjøltáttaðum tilboðum til allar hendur.
Frástøðan er ein partur av trupulleikunum, marknaðurin er avmarkaður, og strong fíggjarlig krøv verða sett til vinnulig framtøk.

Suðuroyggin er ikki í løtuni í eini kreppustøðu, men bygnaðarligu trupulleikarnir liggja óloystir, og stórt tal av yngra fókinum flytur burtur.

Vakstraravtalan, sum allar kommunurnar í oynni fyri langari tið síðan hava givið tisøgn til, liggur framvegis á láni, og tað ber ikki til longur.

Vit halda tað tí vera eina avbjóðing fyri løgtingið at fáa Suðroynna innaftur í samfelagsmeldurin á jøvnum føti við restina av landinum, og mæla tí løgtinginum til at vera við til at fíggja vastraravtaluna.

Hergeir Nielsen