| Johan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur valt stýrið fyri ALS fyri eitt nýtt 4 ára skeið.
Stýrið fyri ALS er nú mannað soleiðis: Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Magnus Pauli Glerfoss, felagsstjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag. Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøkatarfrøðingar. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag. Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini i Fíggjarmálaráðnum.
Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, heldur fram sum stýrisformaður.
Varastýrislimir eru: Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum. Esther Dahl, ráðgevi í Vinnuhúsinum. Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip. Anita Fuglø, skrivstovuleiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Barbara á Tjaldrafløtti, leiðari á stjórnarskrivstovuni hjá TF Holding, er varastýrisformaður.
Nýggj í stýrinum eru: Georg Hansen, Magnus Pauli Glerfoss, Óluva í Gong og Herálvur Joensen.
Farin úr stýrinum eru: Eyðstein Djurhuus, Ingeborg Vinther, Vár í Gong og Viberg Sørensen. |