Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Val í ótíð

John William Joensen

Enn eina ferð verður tosað um at løgtingsval skal fara fram áðrenn valskeiðið er at enda komið.

Í móðurmálsorðabókini verður undir orðinum ótíð nevnt val í ótíð. Definitiónin er val uttan fyri regluliga tíð. Men viðvíkjandi allari greinini ótíð verður víst til úrtíð. Har stendur formurin val í úrtíð at týða val uttan fyri vanliga tíð, ótíð.

Tann, sum er kønur í at lesa orðabøkur, skilir, at her er høvuðsformurin val í ótíð. Tað sæst av tí, at tað verður víst frá val í úrtíð til val í ótíð, men ikki øvut.

Tað sum hevði verið ynskiligt hesum greinum viðvíkjandi, hevði tó verið at víst á, at formurin val í úrtíð hevur ein annan týdning enn val í ótíð. Týdningurin av orðinum úrtíð er heilt greiður á føroyskum. Úrtíðin er hon, sum kemur aftaná at tann vanliga tíðin er farin. Tí er úrtíðargjald hægri enn vanlig tímaløn. Gongur vanliga arbeiðstíðin til kl. 16.10, fær tann mein um tíman sum arbeiðir yvir. Eitt val í úrtíð er tí eitt val eftir at vanliga valskeiðið er farið. Hetta kemur sjáldan fyri, men sum eg geri vart við í mínari Stjórnmálafrøði, hendi tað í Noreg, at tað stórting, sum varð valt í 1936, ikki slapp heim fyrr enn nýval var hildið í 1945. Hetta valið var sostatt eitt val í úrtíð.

Øðrvísi er um valið verður hildið áðrenn valskeiðið er at enda komið. Tá er talan um eitt val í ótíð.

Hví er tað so vanligt at hoyra, at fólk tosa um val í úrtíð, tá tey í veruleikanum meina við eitt val í ótíð?

Tað vit her hava, er eitt úrslit av tí málsliga fyribrigdi, sum vit nevna fyri ræðslan fyri grannamálinum. Hava vit eitt heimligt orð, sum líkist tí, ið grannamálið hevur, so hava vit lyndi til at firnast við at nýta tað heimliga orðið, tí hildið verður, at tað líkist ov nógv tí í fremmandamálinum. Málsliga sæð er okkara grannamál danskt, og av tí at danir siga, at eitt val sum verður hildið áðrenn valskeiðið er runnið at enda, er eitt “valg i utide”, vilja tey, sum fegin vilja tosa føroyskt rætt og reint, heldur velja eitt annað orð, sum líkist donskum minni. Tá verður lítið hugsað um, at tey ryggbróta móðurmálið av tí at tey halda seg royna at verja tað.

Tað eru nógv dømi um hetta sama fyribrigdi á føroyskum, og sjálvt um tey eru løgin, so eru tey øll somul eitt prógv um, at føroyingar hava eitt livandi málsligt medvit og fegin vilja verja sítt egna mál. Men her er talan um málsligt kríggj, og í slíkum kemur fyri, at skaði stendst av vinaligum eldi.

Zakarias Wang