Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Val til Eldraráð í Norðoyggjum

Klaksvíkar Kommuna

8. nov. 2016 skal nýtt Eldraráð veljast fyri Norðoyggjar. Endamálið hjá eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri borgarar og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH).

Fyri at stilla upp skalt tú sjálvan valdagin vera 60 ár ella eldri. Atkvøtt verður millum persónarnar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp. Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2017 til 31. des. 2020.

Kundi tú hugsa tær at stilla upp, skalt tú fylla út eina valevnisfráboðan. Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á heimasíðuni hjá NBH, www.nbh.fo. Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá tveimum stillarum fylgja við, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni. Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.

Valevnisfráboðanir mugu vera einari av kommununum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. okt. 2016. Persónar á innkomnu valevnisfráboðunum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt.
Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri NBH. Tí skulu veljast hesir limir:

Klaksvíkar kommuna fær 7 limir
Hvannasunds kommuna fær 1 lim
Viðareiðis kommuna fær 1 lim
Kunoyar kommuna fær 1 lim
Fugloyar kommuna fær 1 lim

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum. Lýsingin