Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Valbólkurin vónandi óbroyttur

John William Joensen

Sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum tó ikki dugur at meta um hvussu fornermaðir Tjóðveldsimenn eru

Miðflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru saman í valbólkinum í tinginum og spurningurin er so um hetta fer at broytast nú Karsten er farin í Miðflokkin.

– Eg dugi í løtuni ikki at meta um tjóðveldi fer at gera krav uppá nevndarsessin hjá Karsten í fíggjarnevndini. Vit hava ikki verið í samband við Tjóðveldisflokkin og tí dugi eg ikki at meta um hvussu fornermaðir Tjóðveldismennirnir eru, sigur Jenis av Rana í stuttari viðmerking.



Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum sigur at nú Karsten er fluttur ivir í miðflokkin hevur flokkurin mist helvtina av ávirkanini í fíggjarnevndini.

– Ongar samráðingar hava enn verið um bítið av nevdarsessum, men tað er klárt at vit noyðast at hyggja uppá henda spurningin, sigur Tórbjørn Jacobsen.