Tað var mangur sum undraðist, tá Sonja Jógvansdóttir tók skóta avgerð og rýmdi úr samgonguni, áðrenn blekkið var turt í samgonguskjalinum. Mong hava mett hetta vera vera ein avgerð, sum er tikin í skundi og eitt nú hevur Sosialurin harta hana fyri at tikið tað býttastu avgerð, sum nakar politikkari nakrantíð hevur gjørt.
Tað var mangur sum undraðist við, tá Sonja Jógvansdóttir tók skóta avgerð og rýmdi úr samgonguni, áðrenn blekkið var turt í samgonguskjalinum. Mong hava mett hetta vera vera ein avgerð, sum er tikin í skundi og eitt nú hevur Sosialurin harta hana fyri at tikið tað býttastu avgerð, sum nakar politikkari nakrantíð hevur gjørt.
Men í veruleikanum hevur Sonja gjørt eitt vælumhugsað trekk, sum hevur givið henni sentralan leiklut í løgtinginum, og nú kann hon enntá bjóða Javnaðarsamgonguni samstarv.
Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen fáa ikki eitt mál ígjøgnum uttan at teir tosa við Sonju Jógvansdóttir. Í undanfarna valskeiði var eitt kent fyribrygdi at kenna tlf. nr. hjá Jacob Vestregaard, men skal nakað henda í løgtinginum komandi árini, so verður tlf. nummarið hjá Sonju Jógvansdóttir helst tað mest nýtta. Tann kaldi politiski veruleikin í 2015 er, at skal samgongan hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, fremja nakað mál í løgtinginum, so má hann tosa fyrst við Sonju Jógvansdóttir, sum er persónurin, sum veruliga situr við maktini.
Hetta lýsti støðan í gjár væl. Tá bjóðaði Sonja samgonguni at gera eina skrivliga avtalu um politikkin komandi árini. Ein kann siga, at nýggja føroyska drotningin eitur Sonja Jógvansdóttir, sum ikki hevur spælt síni kort illa, men serstakliga væl, nú tær yvir 1000 atkvøðurnar hava so nógv at siga fyri framtíðina hjá samgonguni og Føroyum.
Mest makfulli politikarin í Føroyum anno 2015 eitur Sonja Jógvansdóttir – og so væl hevur hon telva at enn hava samgongulimir ikki sæð at teir eru so dyggiliga eru settir – skák mát.




