Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valdystur á sosialu miðlunum

Danial Viðoy

Fólkatingsval 2015: Tað er fjórði valdagur í Danmark. Kappingin at fáa rúmd og at verða sædd gongur fyri seg í stóran mun á sosialu miðlunum. Síðurnar hjá Danska Fólkaflokkinum, Danska Javnaðarflokkinum og Vinstra kappast dúgliga um, at fáa bestu løturnar út á Facebook.

Tað er eyðsæð, at tað verða aðrir hættir brúktir í dag til tess at reka atkvøður í rætt. Serliga verða teir sosialu miðlarnir brúktir sera nógv. Tað verður eisini lagt nógv fyri, og tað eru nógv fólk, ið standa handan síðurnar á t.d. Facebook og leggja út og sortera frá.

Á Metroexpress í gjár stóð skrivað, at Helle Thorning vann fyrsta døgnið á sosialu miðlunum. Her vóru tær persónligu síðurnar kannaðar og síðan hjá Helle vann við 23 prosentum í móti Lars Løkke, sum fekk 21 prosent. Kristian Thulesen Dahl fekk einans 3 prosent. – Tað er aktiviteturin á síðunum, sum er skjalfestur.

Her eru nakrar myndir frá teim ymsu síðunum: