Borgaralistin í Runavíkar kommunu kunngerð nú 10 valevni til býráðsvalið.
Borgaralistin er ein nýggjur felagslisti við breiðari umboðan, ið vil varða áhugamál hjá øllum borgarum og arbeiða fyri kommununi, sum einari heild.
Valevni á Borgaralistanum eru:
Jógvan Andersen, Skála
Aage Arnoldson, Glyvrar
Harriet Olafsdóttir av Gørðum, Æðuvík
Annfinnur Garðalíð, Skála
Margretha Højgaard Poulsen, Runavík
Jan Nielsen, Saltangará
Pauli Poulsen, Skála
Jonhard Danielsen, Søldarfjørður
Rósa Tyril Gaardlykke, Saltangará
Reidar Fríði Joensen, Funningsfjørður
Listin er tó enn opin og høvdu fyrireikarnir fegin sæð eitt javnt býti millum bæði kyn.



