Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valevni í Klaksvíkar kommunu

Mildrid á Lógv

Eg eiti Mildrid á Lógv, eri 46 ára gomul, gift og eigi fimm børn í aldrinum 6 til 20 ár. Eri sjúkrarøktarfrøðingur við víðari útbúgving innan anestesi og intensiva sjúkrarøkt.

Eg eri fødd og uppvaksin í Klaksvík, lærdi til sjúkrarøktarfrøðing í Tórshavn og havi búð uttanlands í 6 ár av mínum vaksna lívi – eitt ár í Danmark og fimm ár í Svøríki. Lívið uttanlands er ein góð barlast at hava, men tráanin til heimstaðin hevur altíð verið har. Klaksvíkar kommuna er eitt øki í stórari menning við nógvum møguleikum. Mítt mál er at arbeiða soleiðis, at trivnaður er fyri allar borgarar í kommununi.

Seinastu 4 árini havi eg sitið í skúlastýrinum, 3 ár sum forkvinna. Hetta hevur verið ein avbjóðandi og spennandi tíð við samanlegging og nýbygging av skúlanum á Skúlatrøð. Ein ætlan er løgd fyri skúlaøkið. Men fyri at skúlin skal lúka teimum krøvum, sum samfelagið setur, so hevur tað alstóran týdning, at skúlaøkið er í eini støðugari menning. Hetta er mítt hjartamál.

Sum barn í eini sjómansfamilju hevur fiskivinnan altíð havt stóran týdning fyri meg. Klaksvík er høvuðsborgin hjá fiskivinnuni í Føroyum. Tað vildi tí verið natúrligt, at tær maritimu útbúgvingarnar høvdu sítt høvuðssæti í kommununi. Men soleiðis er støðan ikki í dag. Her má broyting koma í. Kommunan eigur tí at arbeiða fyri at fáa flestu hægri sjóvinnuútbúgvingar til Klaksvíkar.

Í mínum dagliga yrki er tað ein natúrligur partur at veita røkt og hava umsorgan fyri menniskjum. Eg ynski at skapa karmar fyri heilsugóðum umstøðum í kommununi, og at børn sum gomul skulu hava tað gott.

Eg stilli upp til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu hin 8. november 2016 fyri Tjóðveldi.