Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Valfeløgini á fyrireikandi fundi

Jóhann Lützen

Valfeløgini í Klaksvíkar kommunu hittust saman við Norðlýsinum í Varpinum í kvøld

 

Kommunuval verður týsdagin 12. november. Í hesum sambandi varð skipað fyri einum fyrireikandi fundi í Varpinum í kvøld. Norðlýsið hevur ofta haft ein samskipandi leiklut til kommunuval og soleiðis verður eisini hesuferð. 

Øll forfólkini í valfeløgunum høvdu fingið fundarboð frá Norðlýsinum. Tosað varð aftur og fram í siðiligum tóna um tiðina hetta fram til valið. 

Norðlýsið kemur við tveimum bløðum (4. nov og 11. nov) í samband við kommunuvalið.

Summi valfeløg hava haft uppstillingarfundir, meðan onnur valfeløg ikki hava haft sín fyrsta uppstillingarfund.