Nú sleppa norðoyingar at hoyra og síggja øll valevnini til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu, tá valfeløgini saman við Norðlýsinum fríggjakvøldið skipa fyri valfundi
Fríggjakvøldið kl. 21 kanst tú hoyra og síggja, hvat ymsu valevnini til kommunuvalið í Klaksvík hava upp á hjartað. Tá verður valfundur á Skúlatrøð, har øll 43 valevnini eru boðin við. Valfundurin verður uttan áhoyrarar á staðnum, vegna koronustøðuna, men hann verður stroymdur.
Á valfundinum verða fimm orðaskifti um fimm ymisk evni, har hvør flokkur er umboðaður. Evnini liggja innan fyri eldraøki, vinnulív/havnir, býarplanlegging/umhvørvi, børn og ung og mentan. Eisini fara nøkur valevni at siga sín boðskap í stuttum røðum.
Valfundurin verður stroymdur á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, og tú kanst vera við. Tí til hvørt av teimum fimm orðaskiftum, kanst tú senda spurningar til valevnini á telefon nummarið hjá Norðlýsinum, sum er 221991. Minst til at skriva, hvønn spurningurin er til.
Valfundurin á Skúlatrøð byrjar kl. 21 og varir umleið tveir tímar. Leinkið til stroymingina verður at síggja á nordlysid.fo fríggjadagin.




