Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valfundur í Losjuni í kvøld

Fyriskipararnir

Tíðindaskriv: Í sambandi við býráðsvalið í Eysturkommunu verður skipa fyri politiskum valfundi í Losjuni Glotti í kvøld, mikukvøld kl.20.00.

Í kvøld kl. 20.00 verður politiskur valfundur í Losjuni við Gøtugjógv. Fýra flokkar við tilsamans 35 valevnum eru uppstillaðir til býráðsvalið í Eysturkommunu: Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.

Valfundurin verður skipaður í fimm umførum, har ymisk málsøki mynda hvørt umfar, og orðstýrari er Maria Z. Nesá.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin

Fyriskipararnir